Eitt av tilboðunum hjá Fuglafjarðar kvøldskúla í vár er nýggja skeiðið Samrøður um list, sum verður í Mentanarhúsinum fimm týskvøld frá januar til mai í ár.
Tað er leiðarin á Listasavni Føroya, Nils Ohrt, sum skipar fyri og sum hevur tilrættalagt skránna, har hann fer at hava samrøður.
Fyrsta samrøðan verður við Trónd Patursson, týskvøldið 29. januar. Síðan kemur Edward Fuglø, týskvøldið 19. februar, Bárður Jákupsson um Tummas Arge, týskvøldið 19. mars og síðan samrøða um Ruth Smith, týskvøldið 16. apríl.
Øll kvøldini verður lagt fyri klokkan 20.
Haraftrat fer Nils Ohrt at hava fyrilesturin Fra Firenze til Færøerne um gamlar meistarar í føroyskari list, týskvøldið 7. mai klokkan 20.
- Øll áhugaði eru vælkomin og kunnu tekna seg við at venda sær til kvøldskúlan í Fuglafirði - ella við at skriva til [email protected]. Eisini ber til at tilmelda luttøku við dyrnar.
Úr Fuglafirði verður sagt, at kostnaður fyri skeiðið er 200 krónur, og lagt verður fyri í Mentanarhúsinum týskvøldið 29. januar klokkan 20.
Viðhefta mynd er uccelli-parafrasan hjá Ingálvi av Reyni, sum Nils Ohrt millum annað fer at tosa um í fyrilestri sínum týskvøldið 7. mai.