Tveir hondbóltsdystir verða leiktir í kvøld í Høllini á Hálsi.
Í SMS-deildini, spæla Neistin og Stjørnan. Í Okkaradeildini spæla Neistin og Team Klaksvík.
Sera avgerandi dystur hjá kvinnum
Dysturin í SMS-deildini gerast bæði spennandi og avgerandi. Alt bendir á, at Neistin og Stjørnan skulu berjast um fjórða plássið í SMS-deildini, sum gevur atgongd til hálvfinalurnar komandi vár.
Tí verða teir tríggir innanhýsisis dystirnir serstakliga avgerandi, og tann fyrsti verður í Høllini á Hálsi í kvøld.
Neistin hevur góða verju, men álopið hevur ikki riggað enn
Neistin hevur bert fingið ein sigur í ár, ímóti botnliðnum, VB. Men ímóti bæði H71 og Kyndli sást at neistaverjan kann gera øllum fortreð - ikki minst við Maju Dragobujlovic og Margit Weihe Fríðmundsdóttir aftanfyri seg.
Í álopinum er vónin, at Ana Blagojevic, ið spælir sín næsta dyst fyri Neistan, kann gerast lykilin. Hon fekk trý mál í sínum fyrsta dysti ímóti VÍF.
Stjørnan kann vinna á øllum
Stjørnan hevur havt níggju dagar at fyrireika seg til dystin í kvøld, síðani at klaksvíkskvinnur púra óvæntað vunnu á stórfavorittunum úr Kyndli við 18-17. At halda Kyndli niðri á 17 málum fer in.fo at kalla eitt bragd, tí dystin fyri skeyt Kyndil 35 mál ímóti StÍF og dystin eftir gjørdist tað til 39 mál ímóti VB.
Lykilin til sigurin á Kyndli var at steðga skjótálopinum, og tað kann væl gerast lykilin aftur í kvøld.
Støðan í SMS-deildini undan dystinum í kvøld:
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | VÍF | 5 | 147 | 110 | 37 | 8 |
2 | Kyndil | 4 | 112 | 67 | 45 | 6 |
3 | H71 | 3 | 86 | 71 | 15 | 6 |
4 | Neistin | 4 | 85 | 87 | -2 | 2 |
5 | Stjørnan | 3 | 63 | 71 | -8 | 2 |
6 | StÍF | 4 | 82 | 133 | -51 | 2 |
7 | VB | 3 | 58 | 94 | -36 | 0 |
Neistamenn eiga ikki at fáa trupulleikar av Team Klaksvík
Tann stóri spenningurin verður ikki væntaður í Okkaradeildini í kvøld. Team Klaksvík hevur enn ikki verið nær við at fáa stig, og onki bendir á, at klaksvíkingar skulu lyfta seg av aftasta plássið í ár.
Men tað fara teir sjálvandi at royna, men tað verður trupult ímóti einum neistaliðið, ið hevur so stórar profilar, at teir heimaliðið ikki eigur at koma í trupulleikar í kvøld. Spælir Neistin við A-ketuni kann Team Klaksvík fáa stórar trupulleikar av Nicholasi Satchwell og Rasmusi Søby. Og trupulleikarnir verða ikki minni, um teir báðir 18 ára gomlu bakkarnir, Dánjal Ragnarsson og Tróndur Mikkelsen eru í rætta lagnum í dag.
Støðan í Okkaradeildini undan dystinum í kvøld
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 5 | 141 | 119 | 22 | 8 |
2 | KÍF | 5 | 151 | 129 | 22 | 7 |
3 | StÍF | 5 | 142 | 139 | 3 | 7 |
4 | VÍF | 5 | 135 | 132 | 3 | 4 |
5 | Kyndil | 5 | 131 | 131 | 0 | 4 |
6 | Neistin | 5 | 129 | 130 | -1 | 4 |
7 | Team Klaksvík | 4 | 87 | 136 | -49 | 0 |