Áhugavert orðaskifti á tingi

Orðaskiftið á tingi um almennu roknskapirnar var sera áhugavert og yvirhøvur rættiliga sakligt. Tað var upplýsandi og kastaði ljós á nógvar ivaspurningar, men samstundis standa eftir nakrir sera álvarssamir spurningar, sum almenningurin hevur krav at fáa svar uppá. Orðaskiftið og fyri alt tað eisini tilfarið frá løgtingsgrannskoðarunum avdúkaði, at næstan allir landsstýrismenn hava havt meirnýtslur á sínum økjum tey seinastu fimm árini.

Víðari vísti orðaskiftið, at als eingin munur er á málinum um Sjónvarp Føroya og tí um Strandferðsluna. Hetta gongur jú beinleiðis fram av tilfarinum, og varð lisið upp frá røðarapallinum. Hesin veruleiki reisir spurningin, hví so stórur munur verður gjørdur á hesum báðum málum. Er tað tí at sjónvarpið er ein miðil, ið øll hava eina meining um og sum vekir agressiónir hjá ávísum politikarum ella er tað tí, at hetta passar pørtum av Tjóðveldisflokkinum væl? Eitt er vist, leiklutur Tjóðveldisfloksins er meira enn løgin í hesum máli. Eisini er tað sera løgið, at fíggjarmálaráðharrin ikki tók lut í orðaskiftinum og greiddi tinginum frá leikluti fíggjarmálastýrisins í málinum. Hetta er løgið so mikið meira sum, at fíggjarmálastýrið samb. galdandi mannagongdir hevur verið djúpt inni í hesum máli, hevur vegleitt Signar á Brúnni og hevur avgreitt hetta mál saman við Signar á Brúnni.


Tá hetta er sagt eigur tað eisini at verða víst á, at orðaskiftið avdúkaði, at frágreiðingin frá løgtingsgrannskoðarunum ikki tykist geva eina heilt rætta mynd av tí, ið er farið fram í málinum. Tann, ið lesur frágreiðingina um Sjónvarpið, leggur til merkis, at samanhang er ikki millum frágreiðing og niðurstøður. Í frágreiðingini tykist tað sum, at landsstýrismaðurin og umsiting hansara hava handlað eftir bókini td. við alt fyri eitt at fara undir at útvega sjónvarpinum eykajáttan. Hinvegin stendur í niðurstøðunum, at landsstýrismaðurin fór ikki undir hetta arbeiði fyrr enn í september. Í øðrum førum verður landsstýrismaðurin í mentamálum í niðurstøðunum lastaður fyri nakað, ið ikki hann, men landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur ábyrgdina av. Hetta er løgið, og almenningurin hevur rætt til at fáa eina frágreiðing um, hví hetta ósamsvar er millum frágreiðing og niðurstøður. Grannskoðarafrágreiðingin um SvF og orðalagið um landsstýrismannin í mentamálum er óvanliga hvassorðað og atfinningarsom. Hví er frágreiðingin ikki eins hvassorðað og atfinningarsom, tá talan er um SL og landsstýrismannin í vinnumálum?


Fleiri tingmenn settu spurningin, hvat hevði hent, um landsstýrismaðurin ikki útvegaði sjónvarpinum gjaldføri 23. juli 99. Hetta er ein sera áhugaverdur spurningur, og áhugavert er tað eisini, at fleiri tingmenn vildu vera við, at atfinningarnar móti landsstýrismanninum í hesum føri vildu havt verið eins harðar og tær eru nú. Hetta snýr seg um stóra spurningin, ið løgmaður sjálvur hevur reist í samrøðu við Sosialin, og sum fleiri tingmenn reistu: hevði Signar á Brúnni nakað val? Kundi hann í roynd og veru gera annað, enn at ganga eftir galdandi játtanarreglum og leggja peningin út, soleiðis sum umstøðurnar vóru? Men ivi er sáddur um hesa avgerð landsstýrismansins, og hann hevur sjálvsagt rætt til at fáa henda spurning avkláraðan. Sama er galdandi fyri aðrar landsstýrismenn, sum helst hava gjørt tað sama sum Signar á Brúnni. Málið sjálvt tikist nú væl lýst, og tí er ikki neyðugt við nakrari umfatandi kanning av SvF ella av embætisførsluni hjá Signar á Brúnni sum heild. Heldur eiga vit at fáa ein óheftan løgfrøðing at gera eina løgfrøðiliga meting av tí avgerð, sum ivi er sáddur um.


Allir flokkar eiga at duga at síggja, at ein hvør landsstýrismaður uttan mun til flokspolitiskan lit kann koma í somu støðu sum Signar á Brúnni. Tí eiga tingmenn at kunna semjast um at útvega Signari á Brúnni og almenninginum eina løgfrøðiliga meting. Alternativið er, at almenningurin má krevja eina víttfevnandi kanning av øllum meirnýtslum, ið umtalaðar eru í frágreiðingunum, sum nú liggja á tingborði.