Komandi vikuskifti, leygardagin 26. apríl og sunnudagin 27. apríl vera fleiri áhugaverd tiltøk á Bryggjuni í Keypmannahavn. Saman við ferðaskrivstovunum í Íslandi, Grønlandi og Føroyum verður hetta vikuskiftið skipað fyri fleiri áhugaverdum mentanarligum tiltøkum. M.a. verður møguleiki fyri at uppliva mótaframsýning, íslendsk ross, konsert við Rasmusi Lyberth, spøkilsissøgur, víkingaspøl, kórsang umframt myndaframsýning við Tróndi Patursyni.
Øll skráin er til taks á www.bryggen.dk.