Miðvágur 1. februar 2007
David Johannesen, sóknarprestur
Nógv hevur verið tosað og skrivað um flogvøllin í Vágum. Men nú er komið hartil, at peningur er játtaður úr donskum grunni til at byggja út flogvøllin. Hví so ikki fara í gongd? Málið hevur drigið alt ov langt út. Ein kundi hugsað, at løgtingsmenninir í Vágum strongdu meir á, at fáa flogvøllin útbygdan og nútímans gjørdan. Tað hevur skund at fáa hetta í lag. Flogvøllurin er ov stuttur til ta ferðslu, sum nú er.
Skal flogvøllurin liggja aðrastaðni? Eg dugi ikki at síggja nakra grund fyri tí. Hann er her í Vágum og tað hevur týdning fyri oynna, at hann framvegis liggur her. Alt snýr seg ikki um miðstaðarøkið! Farið tí nú í holt við at byggja út flogvøllin. Her er einki at bíða eftir. Peningur er tøkur.
Eitt annað mál, ið undrar meg, er, at eingin roknskapur verður lagdur alment fram fyri Vágatunnilin. Einki hoyrist um, hvussu tað gongur við at gjalda niður skuldina. Fólkið hevur krav uppá at vita, hvussu stendur til. Ein skuldi trúð, at tað var skylda hjá nevndini at upplýsa um fíggjarligu støðuna. Tað hevur brúkarin krav uppá. Tí skal ráð mítt vera til nevndina fyri Vágatunnilin: Upplýsið okkum regluliga um fíggjarstøðuna hjá tunnlinum. Vit hava krav uppá hetta!