Listamaðurin Kári Svensson hevur ólavsøkudagarnar framsýning í kenda listaskálanum í Havn, ið nevnst Smiðjan í Lítluvík.
Heitið á sýningini er Hugbirtingar.
- Hugbirtigar, tað er tá tú sær og teknar. Tú goymir løtuna í minninum, og tú málar síðani, greiðir Kári Svensson frá.
Árstíðir
- Eg havi í ár ferðast norðaliga í Føroyum, og sigast kann, at tað snýr seg um árstíðirnar, sigur Kári Svensson, ið hevur eini 20 myndir við á framsýningini.
Fernisering verður leygardagin 26. juli frá klokkan 16 til 19.
Opið verður síðani alla ólavsøkuna. Sunnudagin frá klokkan 14-19. Mánadagin og týsdagin frá 14 til 22 og mikudagin frá klokkan 14 til 19.