Hugburðsbroyting

John Zachariassen staðfesti eftir dystin, at bæði hann og liðfelagarnir nú hava ein væl sterkari sigursvilja, enn teir høvdu í grundspælinum

Einki er at siga til, at smílini á VÍF-leikarunum vóru stór, tá dysturin sunnudagin var lokin. Triðuju ferð á rað høvdu teir bast Kyndli, men hesaferð var avrikið langt ífrá so sannførandi, sum tað var fýra dagar frammanundan.
Í øllum førum ikki fyrstu løtuna, tí í seinna hálvleiki vóru tað fyri tað vestmenningarnir, sum settu kósina, og tá hetta ikki bar til, megnaðu teir við reinari viljastyrki kortini at halda fast um dystin.
Eftir dystin fingu vit orðið á John Zachariassen, og hann ásannaði eisini, at tað hesaferð tók sína tíð, áðrenn teir komu ígongd.
- Ja. Vit megnaðu at venda øllum á í steðginum. Sjálvur helt eg eisini undan dystinum, at vit als ikki vóru eins uppsettir, sum vit vóru mikukvøldið, og tað sást eisini aftur í avrikinum. Í steðginum fekk Dia so staðfest, hvønn týdning dysturin hevði. At alt ikki var liðugt, bara tí vit høvdu vunnið eina hálvfinalu, men at hesin dysturin var altavgerandi fyri FM-møguleikan.
- Tað fekk okkum at rakna við, og samstundis haldi eg tað gjørdi góðan mun, at Johnny Joensen nú aftur er við. Hann gevur seg í øllum førum altíð 100%, og tað styðjar upp undir avrikið hjá okkum øðrum.
Seinastu minuttirnar tóktist alt hetta tó vera til fánýtis, tá Kyndil í drúgvari yvirtalsstøðu átti av avgjørt dystin. Sjálvur helt John tó, at teir alla tíðina trúðu upp á møguleikan. Eisini tá útlitini vóru alt annað enn góð.
- Har sá svart út, men vit hildu bara á fram at stríðast. Tað hevur nokk eisini havt sítt at siga, at vit júst hava vunnið á Kyndli tvær ferðir. Eg rokni í øllum førum við, at um hatta var hent fyri bara tveimum mánaðum síðani, so høvdu vit givið skarvin yvir.
Eingin ivi er um, at sigurin var týdningarmikil, men enn er langt eftir á mál hjá VÍF, og tað ásannaði John eisini.
-. Treytirnar hjá okkum eru framvegis tær somu. Missur Kyndil einki, so skulu vit vinna allar okkara dystir, so tað verður á ongan hátt lætt. Men nú kunnu vit í øllum førum sjálvir avgera alt. Tað kundu vit ikki, um Kyndil hevði vunnið í dag, og tí var sigurin so sera umráðandi, staðfesti John Zachariassen at enda.