Ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm, kundi sjálvandi hugsað sær eitt øðrvísi úrslit í donsku steypafinaluni. Men eins og flestu av hinum áskoðarunum í Parkini, so mátti eisini hann ásanna, at OB snøgt sagt var betra liðið.
- Tað er nokk eingin sum helst ivi um, at tað var rætta liðið, sum vann dystin, helt hann fyri, tá vit í meldrinum millum leikarar, venjarar og tíðindafólk fingu orðið á hann.
Tá tosið fall á, hvat gjørdi munin í dystinum, var hann skjótur at svara, at tað so avgjørt var hugburðurin hjá leikarunum.
- Tá liðið hjá tær skal spæla ein somikið týdningarmiklan dyst, so hevur tó sjálvandi eina vón um, at leikararnir bróta upp ermar, og fara inn á vøllin at geva alt, sum teir hava. Tað var tó bara annað liðið, sum gjørdi tað í dag. Okkara leikarar sóu heldur út, sum um teir royndu at gera onkrar venjingar á vøllinum. Onkrar venjingar, sum teir dugdu illa.
Órógvaði ikki
Fleiri av heimligu lesarunum hava ivaleyst lagt til merkis, at seinastu tríggjar-fýra dagarnir hava donsku dagbløðini skriva rættuliga nógv um FCK. Hetta tí ein bók um felagið kemur á marknaðin sunnudagin. Sama dag sum FCK skal spæla avgerandi dystin móti Brøndby.
Sjálvur helt ítróttastjórin tó ikki, at hetta var nakað, sum hevði órógvað fyrireikingarnar til steypafinaluna.
- Eg havi sjálvandi frætt okkurt um, at bløðini hava skrivað, men eg havi so ikki sjálvur lisið tað. Snøgt sagt tí eg havi havt alt ov nógv at hugsa um sjálvur.
.- Men eg kann gott staðfesta alt fyri eitt, at tað so ikki hevur ávirkað okkum. Eg kann ikki ímynda mær, at nakað, sum vit ikki kenna til, stendur í bókini, so har er helst einki at óttast fyri okkara viðkomandi, sigur Holmstrøm, áðrenn hann at kortini letur eitt skot av móti donsku miðlunum, sum komu við tíðindunum.
- Tað er ikki tað. Eg haldi tað vera í fínasta lagi, at FCK kann brúkast til at selja avísir uppá. Ikki minst, tá ein hending her í felagnum frá 1995 er somikið áhugaverd, at blaðið, sum sigur seg vera fyrst við tí seinasta, kann seta hana á spísiseðlarnar í handlunum.
Nýggjur dystur
Sum nevnt, so var Holmstrøm heldur keddur um, at leikarar hansara ikki høvdu sýnt rætta hugburðin fyrstu løtuna av dystinum. Sunnudagin er aftur talan um stórdyst, men ítróttastjórin óttaðist á ongan hátt, at søgan fer at verða hin sama til ta tíð.
- Tað geri eg so als ikki. Eingin veit hví tað gekst so illa í hond í dag, men eg ivist ikki í, at leikararnir fara við fullari ferð inn á vøllin móti Brøndby. Teir vóru kanska vónbrotnir í dag, men eitt sindur av hvíld og løtt venjing verður á skránni í morgin, og so verða tankarnir hjá øllum vendir móti sunnudegnum, segði Niels Christian Holmstrøm at enda.