So mangur fór skeivur, tá tað var móti at vera vinstravendur, og tann ið ikki fylgdi hesum, varð roknaður naivur
Nú rokið hevur staðið av skeivum tíðindum frá formanninum í Uttanlandsnevndini, havi eg hugsað um viðurskiftini og víðfevndu broytingarnar, ið fram eru farnar bæði her heima og burtur í heimi, seinastu árini.
Tað eru ikki so mong ár gingin, síðani fólkið í Eysturberlin 9. november í 1989 uttan foringar gekk inn í frælsa heimin, hetta sum bert var nøkur fótafet, eftir at jarntjaldið varð slættað við jørðina. Hesin múrur sum hevði sløk 30 ár á baki, sum hevði givið so mongum deyðsstingin.
Eitt ár frammanundan hesum, og tíðina undan, gjørdi danski Javnaðarflokkurin støðuna hjá borgarligu donsku stjórnini so trupla, at sjálvt danski Nato-limaskapurin, sum tá hevði sløk fjøruti ár á baki, var í vanda. Neyðugt var við einum vali, sum borgarligi vongurin vann dyggiliga.
At Tjóðveldisflokkurin í dag er tvíbýttur í uttanríkis- og verjumálum vísir, at hann helst er komin nakað longur á leið, tí heimurin uttan um okkum er nógv broyttur.
Helweg-Petersen og Ceausescu
Nøkur ár undan 9. november 1989, henda stóra dagin í heimssøguni, um eg ikki minnist skeivt, var rumenski leiðarin og kommunisturin Ceausescu heiðrar við »elefantordaninum«, umframt at danski radikali leiðarin Kristen Helweg-Petersen í somu tíð sendi á marknaðin bókina »Ceausescus Taler«. ? Helweg-Petersen, hesin heiðursmaður.
Sama árið ? jóladag í 1989 ? sum Eysturberlinar gingu út í frælsa heimin, vórðu rumenski einaræðisharrin Nicolae Ceausescu og kona hansara avrættað og víst alment fram í sjónvarpi. ? Tó eiga vit leggja okkum í geyma, at Ceausescu tók til máls móti Sovjet, tá teir gjørdu innrás í Prag morgunin 21. august 1968.
Hans Kirk og Stalin
Eg fái ikki pláss í hesum viðfangi at koma inn á, tá danski kommunisturin Aksel Larsen fór úr flokkinum, tí hann mótmælti innrásini frá Sovjet inn í Budapest 1956, meðan yndishøvundurin hjá dønum og fleiri føroyingum, Hans Kirk, rósti ræðuliga leiðaranum og einaræðisharranum Stalin ? sum hevði 25 milliónir mannalív uppá samvitskuna ? upp um skýggini. Harafturímóti trúði hann og mong við honum lítið Solsjenitsyn og Gulag.
Eg kann troysta Tjóðveldisflokkin við, at tað eru so mong, ið eru farin skeiv, tá tað var móti, at vera vinstravendur, og tann, ið ikki var tað, segðist vera naivur.
Tjóðveldisflokkurin hevur ídag uttan iva sæð broytingarnar, men av tí, at teir í teimum døgum vóru bæði ímóti Nato og ímóti USA, sum hóast alt hava vart Evropa frá falli, skal ein tíð ganga áðrenn, tað »ber til« at viðurkenna broyttan hugburð. Vælvitandi, at tað fellir teimum ikki lætt at vera fult við Nato og USA.
Tá janvaðartingmaðurin Hendrik Old hinvegin í bløðunum tosar um »stríð í samgonguni«, er hetta heldur enn ikki løgið.
Í øllum samgongum ? uttan undantak ? hevur verið stríð, tað er tað um allan heim. Eg kenni fólk, sum eru farin úr eini samgongu. Nøkur hava verið heppin, og eru komin aftur í samgongu, meðan onnur framvegis sita uttanfyri. - Soleiðis er lívið.
Tjóðveldið, Nato og USA
At stríð er millum sosialistiska Tjóðveldisflokkin, ið hevur verið og lutvíst er ímóti Nato og USA, og borgarliga Fólkaflokkin, ið sær stórt í Nato og USA, hóast teir sjálvandi hava síni líti, sum vit øll onnur, sum hóast alt báðir eru sjálvstýrisflokkar, annar kanska heldur seg vera meira enn hin, tað er einki at undrast á.
Eg vil eisini siga, at tað er stríð í eini samgongu, kann eisini koma av ávísum »dynamikki«, sum kann skiljast meiri enn á ein hátt.
At formaður Uttanlandsnevndarinnar Hergeir Nielsen er lopin út úr nevndini við skeivum tíðindum, líkist ongum. Tað kenna vit sum skyldu at mótmæla, men at seta hann frá, og soleiðis koma samgonguni í vanda, skal meira til.
Vit eiga at geva teimum tað tíð tað krevur at fara ígjøgnum eina hugburðsbroyting.
Teldupostur: [email protected]
Heimasíða: www.get.to/keldu