HB
Jóannes Hansen
HB hevur vunnið steypakappingina fleiri ferðir enn øll hini feløgini tilsamans. Tískil er tað ikki nýggj støða fyri felagið, at flaggskipið í annaðkvøld verður annar parturin í endadystinum í kappingini um Løgmanssteypið.
- Vit spældu framúr væl týskvøldið í síðstu viku móti AB í Gundadali. Sunnudagin spældu vit ikki væl í Streymnesi. Eitt nú gekst ikki væl at fáa vongverjarnar við í uppbyggjandi spælið. Tá ið eg hyggi aftur á síðstu vikuna, so haldi eg, at tað gekk útyvir spælið sunnudagin, at vit týskvøldið brúktu óneyðuga nógva orku móti AB.
Óneyðuga?
- Ikki misskilja meg. Tað var neyðugt at arbeiða fyri sigrinum. Men tá ið dysturin var avgjørdur, kundu vit havt togað í bremsuna. Tað gjørdu vit ikki, tí alt gekk sum eitt spæl, og tað er hugaligt at undirhalda, tá ið tú kennir, at áskoðararnir eru so væl við, sigur HB venjarin, Albert Ellefsen.
Hetta er onnur ferðin, at hann er við HB í finalu. Fyrra ferðin var í 1998, tá ið Ion Geolgau hevði ábyrgdina, og Albert var hjálparvenjari. Ta ferðina vann HB 2-1 á KÍ.
Hvussu roknar tú við, at finalan fer at mynda seg?
- Tað valdast eitt nú, um annað liðið tíðliga megnar at fáa mál. Í Streymnesi sást, at talan er um tveir ymsar mátar at spæla uppá. EB/Streymur spælir skjótt fram til fremstu menninar, sum teir rokna nógv við. Hjá okkum eru tað fleiri spælarar við í álopunum, og tí er neyðugt hjá okkum at renna skjótt aftur, tá ið teir hava fingið fatur á bóltinum. At liðini spæla soleiðis ber við sær, at dystirnir ofta eru rættiliga undirhaldandi, heldur Albert Ellefsen.
Hvat var mest eyðsýnda styrkin hjá tykkum í Streymnesi?
- Tað var moralurin. Hugburðurin og spæligleðin lýstu av spælarunum, og tað verða fyrst og fremst hesar dygdirnar, sum skulu bera okkum fram til steypasigurin. Vit vita allir, at tað bara fer at bera til, um vit allir arbeiða alt, sum vit eru mentir, og tað fara vit at gera.
Í HB undirstrika teir aftur og aftur – á sama hátt sum teir gjørdu um hesa tíðina í fjør – at møguleikin fyri at vinna FM er burtur.
- Bæði hjá EB/Streymi og okkum er sigur í steypafinaluni síðsti møguleikin fyri at vinna eina kapping í ár. Tí verður talan um tætta og sera intensiva uppgerð.
Allir HB spælararnir eru tøkir. Jákup á Borg og Vagnur Mohr Mortensen vóru á næstbesta liðnum leygardagin. Jákup verður ivaleyst millum teir fyrstu ellivu. Um Vagnur verður í hópinum er meiri ivasamt, men tað kann hugsast, tí hann hevur áður víst, at hann er førur fyri rættuliga at seta dám á, um hann verður skiftur inn.