Hugdu allan dagin

Tær tríggjar, Eydis Næss, Mariann K. Ivansdóttir og Bjørg Schiller Jacobsen, ið til dagligt starvast á Saløng Tótu, vóru ógvuliga áhugaðar í kongaliga brúdleypinum

Hugdu tit eftir brúdleypinum?
- ja, vit hugdu allan dagin. Eitt sjónvarp var sett upp í salongini, og hóast vit høvdu nógvar kundar allan dagin, var nógv skeitt yvir á sjónvarpið. Tá ið so sjálv vígslan var, reistust kundarnir úr stólunum, og øll stóðu kring sjónvarpið og hugda at. Tá ið vit so komu til hús, var hildið fram við at hyggja, og tað var sera hugnaligt og rørandi. Serliga stuttligt var tað at hoyra røðurnar, ið vóru virkuliga góðar, eru tær tríggjar á einum máli um.

Er hetta ein gentudreymur at gerast prinsessa?
- Nei, tað er ikki nakað, ið man ynskir sær, men tað er øgiliga stuttligt at hyggja eftir. Tað hevði kanska eisini verið stuttligt at verið prinsessa í ein dag, bara fyri at royna tað, halda tær tríggjar hárfríðkanardamurnar.

Hvat halda tit um alt hóvastákið við danska kongshúsinum?
- Okkum dámar væl kongshúsið, og tað er heilt víst góð reklama fyri Danmark, at tey hava eitt kongshús

Er tað rætt, at løgmaður og løgtingsformaðurin við konum fóru í brúdleyp?
- Ja, avgjørt. Tað er í finasta lagi, og tað er gott, at onkur umboðar Føroyar, tí vit eru hóast alt ein partur av danska ríkinum.