Hugflog kennir eingi mørk

Hallfríð Djurhuus er úr Vestmanna, men býr í Hirtshals, har hon læt egnan handil upp síðsta heyst. Hon er ógvuliga kreativ, er á tremur við hugskotum og virkar sjálv øll tey pløgg, hon selur. Oftast ger hon bara eitt plagg av hvørjum slagi – og í mesta lagi fýra eru eins

TIL ARBEIÐIS

Vit hittu Hallfríð Djurhuus í lítla og snøgga handlinum í gongugøtuni í Hirtshals nakrar dagar fyri páskir.
So skjótt, tú kemur innar, sæst, at her ræður hugflog og hegni. Hallfríð dugir síni ting, og hon er sera kreativ. Longu, meðan hon búði í Vestmanna, dámdi henni at virka klædnapløgg, og tað kom eisini fyri, at hon gjørdi ymiskar uppgávur fyri fólk.
Seinnu árini hevur hon búð í Hirtshals, og tað er serliga, síðan hon flutti niður at búgva, at hon rættiliga er farin at fáast við virking av pløggum, bæði úr tógvi og toyi.
- Eg byrjaði í smáum, áðrenn eg flutti niður, men tað eru eini trý ár, síðan eg veruliga fór í gongd.
Hallfríð hevur selt virkaði pløgg um heimasíðu sína www.hallfrid.dk, og her hevur hon bæði selt til føroyingar, sum búgva í Føroyum, men ikki minst til føroyingar í øðrum londum. Útlendingar hava eisini lagt til merkis, at hon hevur nakað serstakt og hava keypt umvegis heimasíðuna.
- Í september síðsta ár læt eg so handilin upp, og eg eri sera fegin um undirtøkuna. Tað hevur eisini havt stóran týdning fyri søluna, at Norrøna nú er farin at sigla til Hirtshals, og nú líka sum gleði eg meg at møta føroyingum í handlinum hvønn leygardag.
Hon sigur, at føroyingar hava verið óførir at hyggja fram við, bæði tá teir koma til Hirtshals, men eisini á heimferðini.
- Nú summarið nærkast, og Norrøna fer at sigla tvær ferðir um vikuna, vænti eg uppaftur fleiri føroyingar inni á gólvinum, sigur hon.

Fá pløgg eins
Hallfríð Djurhuus sigur, at hon selur rættiliga nógvar kjólar, og í vetur hevur hon eisini selt nógvar troyggjur. Annars virkar hon øll møgulig pløgg úr tógvi og toyi.
- Eg arbeiði nógv mest við damuklæðum, serliga kjólum, troyggjum, hálsaturrikløðum og øðrum, men eg geri eisini barnaklæði.
Inni í handlinum hjá Hallfríð eru eisini taskur og ymisk prýði, sum hon eisini evnar úr ymiskum tilfari.
- Eg brúki nógv føroyskt tógv, sum eg blandi saman við útlendskum. Føroyska tógvið hevur so góðar náttúrulitir, og tá eg so blandi litað útlendskt tógv uppí, haldi eg, at pløggini gerast so litrík, frísk og vøkur. Tað er ongantíð bara føroyskt tógv í einum og sama plaggi, leggur hon aftrat.
Hallfríð sigur, at hon ger nógv burtur úr at gera tingini øðrvísi – og heilt øðrvísi, enn fólk vanliga síggja og kunnu keypa aðrastaðni. Soleiðis brúkar hon eisini tógv og toy saman.
- Eg geri ongantíð meiri enn fýra pløgg av sama slagi, og ógvuliga ofta geri eg bara eitt plagg. Hetta ger, at tey, sum keypa mínar vørur, neyvan síggja nakran annan í sama kjóla – ella í somu troyggju. Eg haldi, at míni viðskiftafólk eru ógvuliga glað fyri, at tað, sum tey keypa frá mær, ikki er eitt plagg, sum fleiri onnur ganga í, men at hetta er eitt plagg, sum er rættiliga unikt, sum hon tekur til.
Hallfríð sigur, at hon ikki hevur fingist so nógv við at gera pløgg eftir bílegging. Henni dámar besta at gera síni egnu ting.
- Um onkur biðir meg gera okkurt, sum onkur annar ger – ella eigur modellið til - er svarið nei. Hinvegin er tað í lagi, um fólk ynskja tey pløgg í øðrum litum enn teimum, sum eg havi valt.

Full í hugskotum
Vit fregnaðust eisini eftir, hvaðani hon fær øll hugskotini.
- Hugskotini eru eingin trupulleiki. Tá eg siti við einum, fái eg vanliga tíggju onnur hugskot, sum eg havi hug at royna. Eg noyðist kortini at sláa meg til tols við, at eg ikki røkki øllum.
Hallfríð sigur, at hon fer tíðliga upp hvønn morgun, og dagarnir eru langir.
- Eg fari upp klokkan 06 og fari í gongd beinanvegin. Í vetur hevur handilin verið opin frá klokkan 13 til 17, men skjótt fari eg at lata upp klokkan 10 og hava opið til klokkan 17.
Hallfríð Djurhuus dylir ikki, at øll hennara tíð fer til tað arbeiði, sum hon veruliga brennur fyri.
- Øll eru vælkomin inn á gólvið, og eg gleði meg at hitta nógvar føroyingar í summar, leggur hon aftrat.