Góður foreldur og avvarðandi. Háttvirda samkoma. Men fyrst og fremst: Góðu pisur!
Fyri ávikavist tveimum og trimum árum síðani leitaðu tit inn á landsins hf-skeið og studentaskúlar, nøkur tykkara hugagóð, onnur meira ivasom, summi kanska við ikki bara góðum tannabiti, tí tey kundu hugsað sær aðrar møguleikar, sum okkara samfelag tó ikki hevði at bjóða. Bara løtt hava hesi trý árini neyvan verið, og onkuntíð hevur tað kanska hent seg, at tit hava sagt: ? Nei, nú tími eg ikki longur ella: ? Nú orki eg ikki meira. Kanska hevur tá onkur avvarðandi tosað tykkum til rættis, ella kanska er treisknið komið tykkum til hjálpar.
Torførast hevur tá støðan verið hjá tykkum, sum høvdu leitað av bygd til høvuðsstaðin, sótu einsamøll í eini íbúð og kanska onga verndarhond høvdu hjá tykkum. Hvussu er og ikki, nú standa tit her í kvøld og, sum hin tiltikni leðursmiðurin úr Tarsos tók til, hava fullrunnið skeiðið. Og á høvdinum bera tit tekinið um, at sigurskrúnan er vunnin.
Sum vit standa her og hyggja út yvir hesa lítlu viðalund, sum var gróðursett fyrst í øldini, rennur fram fyri okkum myndin av hesum stað, sum hon var fyri bara sløkum tíggju árum síðani. Grannvaksnir viðabular dagaðu móti himli, so at ein veruliga hevði eina kenslu av at vera staddur í einum lítlum skógi. Fyri níggju árum síðani kom eitt harðveður ? grimari enn nakar mintist ? og skrykti alt av grundum. Men longu nú síggja vit ungar runnar, leskaðar av vætu og sól ? kveitandi ovfarnir av leivdunum av einum útdeyðum viðadinotopia ? spretta á teimum grønu berunum.
Í roynd og veru er hetta eitt bílæti av tí seinasta kapitlinum í søguni hjá okkara lítla fólki. Higar kom eitt harðveður, sum skrykti virkir og heim av grundum. Tað gekk sum tvey fyri eitt, tí áskotið var lítið og einki. Mong leitaðu burtur at kroka undir fremmandum bulum. Men longu nú síggja vit ungar runnar spretta. Tveir dagar í okkara nýggju søgu ? tann 6. oktober 1992 og tann 9. juni 1998 ? standa sum minnilig tekin um fall og endurreisn.
Hesar hendingar hava ein tvífaldan boðskap til okkara. Vit fegnast um, at okkara land endiliga var umboðað virðiliga og við skili og fastleika. Samstundis kunnu vit ikki gloyma tað ábyrgdarloysi, sum gjørdi, at vit vóru verjuleys, tá harðveðrið kom. Og lat tað standa við flammandi bókstavum: áttatiárini vilja vit ongantíð hava aftur.
Um hálvtannað ár nærkast vit einum skifti í søguni, sum tað bara unnist fáum ættarliðum at uppliva. Tit eru næstseinasta lið av hf-arum og studentum, sum fáa prógv, áðrenn vit stíga inn í eitt nýtt túsundáraskeið. Longu nú kann vera grund til at fara at gera kassan upp fyri hesa øldina. Vit ásanna tá, at tær hugmyndastevnur, ið toygdu upplýsingartankan til at fevna, ikki bara um alisfrøði og tøkni, men eisini um menniskjans huga og jarta, royndust stuttskygnar og skeivraknar. Romantikkin, harafturímóti, ið viðurkennir mannahugans gátuføri og órannsakan, royndist betri enn tað orð, hon alla øldina hevði á sær. Átjandu aldar Johann Gottfried Herder er tí í dag ein á mangan hátt meira viðkomandi hugmyndafrøðingur enn 19. aldar Karl Marx.
Tað gongur sjón fyri søgn: í hesum lítla og spjadda útjaðara, forfjónaðum av mongum búskaparfrøðingi, spretta mentan og list við eini upp á seg sjáldsamari kraft. Okkara dansur og okkara kvøðing, sum umframt málið eru tað einasta upprunaliga, sum vit hava at vísa einum Europa, sum innast inni brellast sum ongantíð fyrr eftir søgu, rótum og mentunarligum fjølbroytni, verða lívgað av nýggjum ættarliðum. Keldan, sum enn leskar henda gróður, er tann rørsla, sum birtist fyri stórthundrað árum síðai. Hon er ikki nationalistisk og oyðandi, sum tann, sum í hesum døgum við grimd hóttir tað verjuleysa Kosovo, hon er tjóðskaparlig og skapandi.
Týski heimspekingurin Nietzsche skifti á sinni europeiska mentan sundur í tvey rák: ovurhugans Dionysos umboðaði annað og skilsins Apollon hitt. Útvegin finna vit í eini javnvág millum hesi bæði rákini. Tann vitvísi Apollon minnir okkum mitt í gleðini á, at til at ríða komandi ódnir av, krevst, at okkara yvirtrom ? líkasum teir viðabular, ið liggja uttan um okkum sum feldar kempur ? hevur áskot undir sær, ein búskap, ið ikki er ein-, men tvey- ella tríbeintur. Vit eiga ongantíð at undirmeta okkara veikleikar: teirra millum sundurlyndi, landsins lítilleika, og tann veruleika, at okkara útbúgvingarstovnar ikki fáa undanvind av tí kapping, sum stimbrar størri lond. Tað ídni, tað hugflog og tann dugnaskapur, sum okkara uppalarar og lærar íðka, verða ikki elvd av kappingarneytum ella av dugnaligum og brúnasíðum eftirliti, sum noyðast at spretta innanífrá, av sínum eintingum.
Hetta eru tær grundtreytir, sum vit mugu liva við. Tess meira orsøk er til at vænta og krevja, at lærarar og næmingar ikki ? sum nú í januar ? verða ørkymlað í sínum arbeiði av eini umsiting, sum ikki hevur hugflog til at fata og lívga ta heild, hon er lønt at tæna, og nóg illa skilir tær paragraffir, hon nærsýnt bølir omaná.
Góðu pisur! Nøkur av okkum, sum eru komin niðan higar at gleðast saman við tykkum, eru ikki longur ársungar. Kortini eru vit ikki so stuttmint, at vit ikki vita, at hetta tíðarskeiðið í tykkara lívi er fylt bæði við gleði og stúran, við ovfarakæti og tunglyndi. Og í heilum verða tit spurd av teimum vaksnu: Hvat fara tit nú at gera? Nøkur av tykkum kunnu svara beinan vegin, onnur hava einki svar. Soleiðis var tað eisini fyrr, og øðrvísi fær tað ikki verið. Orsøkin er lutvís tann, at nøkur tykkara ikki, heldur enn vit onnur á sinni, eru andaliga fullvaksin. Ein onnur grund er eisini. Víst hevur samfelagið skorið klæðir til mong av tykkum. Men tey, ið ? sum eitt av okkara skaldum tekur til ? spretta »uttan fyri garðalag, sum útiløgukattar« ? mugu kanska skera síni egnu klæðir. Báðir partar, ta mentaðu urtagarðsblómuna og ta villu hagasóljuna, fari eg til seinast at minna á hetta týska ørindið, sum einaferð varð sungið í ein-um deiligum Bergman-filmi:
Freut euch des Lebens
weil noch das Lämpchen
glüht.
Pflücke die Blume
eh? sie verblüht.
Gleðist um lívið,
meðan lampan enn lýsir.
Hentið blómuna,
áðrenn hon følnar.
Eina ferð enn: Hjartaliga tillukku øll somul.
Hanus Andreassen