KÍ?EB/STREYMUR
Tað stóð nógv á klaksvíkingum sunnudagin. Tá ið Atli Danielsen í 70. minutti tveitti seg fram og eftir horna úr vinstru og út frá aftur og nðtt innlegg frá Arnholdi Joensen við høvdinum stðrdi bóltinum í handara síðunetið til 1?1, tóktist tað sum um, at spurningurin skuldi vera, um KÍ skuldi fáa eitt ella trý stig.
Spurningurin varð hálvavegna svaraður áttta minuttir seinni. Og enn eina ferð fingu klaksvíkingar stóran skelk, tí EB/Streymur legði seg enn eina ferð á odda. Fyrra umfarið var knappliga hálvrunnið, tá ið gestirnir settu hol á.
Teir í EB/Streymi duldu á ongan hátt fyri, at teir vóru komnir til Klaksvíkar at verja tað, sum teir høvdu í viðførinum og at lúra eftir møguleikanum at fáa mál í skjótálopi. Tað eydnaðist, tá ið tjúgu minuttir vóru farnir. Miðvallarin í høgru, Bárður Olsen, legði innfyri og úti fyri handara stólpanum fekk Sonni L. Petersen tíð til at lata bóltin springa eina ferð, áðrenn hann umvegis tvørtræið smekkaði bóltin í málið.
So var 1?0 til EB/Streym. Gestirnir tóktust rokna við, at heimamenninir skuldu seta teir undir stórt trðst, men trýstið var einki serligt. KÍ liðið var ikki sørt máttleyst, og hugflogið var lítið. Miðvallararnir eru allir væl fyri at spæla fótbólt. Men í staðin fyri at spæla varð oftast sparkað høgt og langt í tómu økini úti í borðunum, hagar álopsmenninir runnu út fyri síðani at leggja innfyri aftur. Stig Aksnes lyfti eina ferð í 1. hálvleiki upp um Gunnar á Steig, men bólturin fór við síðuna av málinum, og so hevði KÍ ikki fleiri møguleikar.
Undan steðginum hevði Sonni L. Petersen møguleika at økja um EB/S leiðsluna, men tað eydnaðist Jákupi Mikkelsen at blokera skotroyndini úr høgru.
Størri ferð og trýst
Eftir steðgin var meiri ferð á KÍ. Teir sýndu meiri vilja, og teir høvdu møguleikar, men tað gekk illa at fáa mál. 4?4?2 útgangsstøðan tykist byggja á væl skipað verjuspæl, meðan tað er minni yvirskot til hugflogið í álopsspælinum. Tá ið hugflogið ikki er nakað serligt, og tá ið tryggleikin í verjuspælinum ikki er nóg stórur, so verður tað ikki so sannførandi.
Eftir at Atli Danielsen við fína stútaranum hevði javnað til 1?1, varð naglin trýstur uppaftur meiri. EB/Sreyma verjan við Fróða Clementsen á odda stríddist, so tað stóð eftir í. Tríggir frískir heimamenn vórðu sendir á vøllin fyri at styrkja um álopspartin. Ovi Nysted plagar at vera brandur í høvuðspælinum, og Jacob Bymar, sum er komin fyri seg eftir meinan skaða, hevði góða roynd í tvørtræið.
So mundi tað kennast sum køld pøs í KÍ andlitið, at Sorin Anghel enn eina ferð legði EB/Streym á odda. Enn eina ferð átti Bárður Olsen næstsíðsta fótin, Sorin smekkaði til, bólturin stiklaði eina ferð, og klaksvíkingar vóru sum slignir á nevið. Tríggjar minuttir fyri leiklok var tað enn eina ferð KÍ liðformaðurin, Atli Danielsen, sum javnaði. Higartil í ár var talan um ársins mál í Klaksvík, tá ið royndir eftir fríspark út fyri brotsteigar samankomingini í vinstru fór dygst undir handaru samankomingini.
Fagnaður í Klaksvík yvir 2?2 málið samstundis, sum tað varð ásannað, at javnleikir á heimavølli verða ikki nóg mikið til meistaraskap. Í EB/Streymi vóru teir væl nøgdir. Tað sást eitt nú aftur í, at teir í tíðini, sum nýggi 1. deildardómarin, Georg Rasmussen, hevði lagt afturat, fyri tað mesta fingust við at skifta út.