Tað gongur illa hjá enska felagnum Manchester City, sum hevur so stórar ætlanir. Liðið liggur niðara enda av Premier League, og um vikuskiftið tapti City fyri West Bromwich. Venjarin hjá Manchester City stúrir tó ikki fyri sínum starvi.- Tað hevur nógv tosað um mína framtíð í felagnum, men eigararnir vilja hava, at eg skal standa á odda fyri keypunum í januar. Vit hava framvegis eitt stórt arbeiði eftir at gera í felagnum, sigur Mark Hughes.