Eftir summarfrítíðina er ætlanin, at Føroya Eftirskúli letur upp dyrnar fyri fyrstu næmingunum. Arbeitt hevur verið við at seta á stovn eftirskúla í Suðuroynni í mong ár. Fyrst var talan um at hava hann í Hvalba, seinni broyttist tað til at byggja á Drelnesi. Nú hann letur upp, er hann staðsettur á Sjógøtu 2 á Tvøroyri, í sama bygningi sum Posta og Bank Nordik halda til.
Føroyabreyt dregur
– Higartil eru tað bara føroyingar, sum hava søkt. Men eisini børn hjá føroyingum, ið eru búsitandi uttanlands, vísa áhuga. Tað er serliga Føroyabreytin, ið er áhugaverd. Har kemur ein bæði mentanarliga og málsliga inn í tað føroyska, umframt at vitjað verður á øllum oyggjunum í landinum, sigur Pól Arni Holm.
Eftirskúlin er eitt 10. og 11. flokka tilboð, og pláss er fyri 16 næmingum.
Umframt Føroyabreytina skulu allir næmingarnir vera á films- og sjónleikarabreytini. Filmsbreytin verður partvíst knýtt saman við Føroyabreytini, tí alt verður tikið upp og skrásett.
Harafturat skulu næmingarnir velja tvær breytir. Teir kunnu velja millum e-sport, sjóvinnubreytina, køksbreytina og íverksetara- og miðlabreytina.
Samstarvað verður við Tvøroyra skúla um nakrar kravdar lærugreinar.
– Tær bókligu lærugreinarnar verða tiknar á Tvøroyra skúla, og næmingarnir fáa prógv eins og aðrir næmingar í 10. flokkum kring landið, sigur Pól Arni Holm.
Stjóri settur í næstum
Stjóri er ikki enn setur á Føroya Eftirskúla, men tað verður í næstum. Umsóknarfreistin at søkja er 20. juni. Eftir tað verða lærarar settir.
– Í mun til upprunaligu ætlanirnar, byrja vit í smáum. Vit vóna tó, at skúlin kann vaksa við tíðini, sigur Pól Arni Holm.