Vikan sum fór, hevði í mínum huga, nógv við mál at gera, og her verður ikki hugsað um: skorað mál, óloyst mál ella mál, ið skuldu takast upp til viðgerðar.
Tað byrjaði longu sunnukvøldið við einari sending í sjónvarpinum. Ljóskastarin varð hesaferð settur á málið. Ber tað til at brúka tað føroyska málið, tá ið tú sum føroyingur skalt skapa við orðum? varð spurt. Og ta ferðina vendi sendingin sær so bara til teir, sum svaraðu nei, at tað ber bara ikki til. Eg haldi, at hetta var ein góður spurningur at taka upp. Tær nýtist nevniliga ikki altíð at vera samdur við tað, tú sært ella hoyrir. Bara tað at hyggjarin, í hesum førinum, hvøkkur eitt sindur við, sigur so mikið sum: at her var nakað, sum ikki tók skaða av at vera endavent.
Tá ið eg morgunin eftir kom til arbeiðis, hevði ein ?málmaður? úr Slovenia sent ein teldupost við fyrispurningi um, hvussu nøvnini á Slovenia og Slovakia vórðu stavað á føroyskum. Hann arbeiddi við at gera ein lista yvir, hvussu nøvnini á hesum báðum londunum vórðu stavað á so mongum tungumálum sum gjørligt. Tá ið hann hevði fingið svarið, takkaði hann so miriliga, tí nú var listin vorðin eina reglu longri. Hann segði, at hann var troyttur av, hvussu illa fólk í útlondum blandaðu hesi bæði londini saman - ikki bara landafrøðiliga, men eisini málsliga. Nú hevði hann so sett sær fyri, at gera nakað við málið.
Heimafturkomin av foreldrafundi var tað einasta, sum framvegis snurraði í mínum høvdi, tað, at lærararnir 9. árið á rað harmaðust um, hvussu illa, hesi nú trøllvaksnu, børnini dugdu at stava, - og tað var líka mikið um talan var um føroyskt, danskt ella enskt. - Eg eri sannførdur um, at hetta verður ikki øðrvísi, fyrr enn tú gert sum maðurin úr Slovenia: at tú setur tær fyri at gera nakað við málið. Og her verður ikki bara hugsað um læraran.
Og tað er júst tað, sum maðurin, eg ætlaði mær at skriva um, hevur gjørt: Sett sær eitt mál. Tit mugu halda mær til góðar, at inngangurin gjørdist í so drúgvur, men evnið, mál, er ikki bara eldfimt, tað er eisini áhugavert.
Tá ið vikan var um at hæsa av, sást tú á pelum, talvum og rútum ymsastaðni í landinum, at góða, gamla Gríma fór undir at framsýna stórleikin hjá Shakespeare Dreymur Jóansøkunátt.
Shakespeare í Føroyum - við ella uttan orðabók!? kundi verið spurt.
Týðarin, Axel Tórgarð, hevur, ikki bara verið í holt við eitt meistaraverk, men hann hevur eisini útint eitt megnarverk - í tí arbeiði, hann í hesari týðing, hevur lagt úr hondum.
Hesin málsligi úrmælingurin hevur tey seinastu 10-15 árini megnað at givið okkum eitt meistaraverk fyri og annað eftir á føroyskum. Hann hevur týtt høvuðsverk úr grikskum, enskum, donskum, týskum og norskum, umframt tað sum hann sjálvur hevur skrivað og givið út. Og tað skínur langan veg, at tað er ikki av alski til tey peningaligu virðini, at Axel Tórgarð hevur sett sær stór mál fyri á bókmentaliga økinum, síðan hann, fyri heilsubrek, fór úr prestastarvinum í 1989. Fáur hevur spunnið gull av føroyskari bókaútgávu - og sjónleikur og lestrabøkur, sum hava verið hansara høvuðsbókmentasløg - hava, í øllum førum, ikki gjørt at tað fór at ringla í kassanum.
Sigast kann um Axel Tórgarð, at hann hevur ikki bara havt áhuga og borið alsk til tað føroyska málið, men hann hevur sanniliga eisini dugað at flutt heimsbókmentirnar yvir í eitt so livandi føroyskt mál, at úrslitið hugtekur lesaran/lurtaran/hyggjaran. Man kann siga um hann sum týðara, at hann hevur ikki bara tikið Klávus bónda á Bóli. Við Hobbanum, Bør Børson (sjónleikinum), Lisu í Leikalandi, Petter Dass og nú eisini Per Gúnt hevur hann tikið okkum øll á bóli. Hann hevur eisini gjørt tað, sum eingin føroyingur undan honum hevur megnað: hann hevur týtt og fingið givið út upp á prent fornan grikskan, ljóðbundnan skaldskap (Antigone, Medeia og Agamemnon), og hann hevur týtt 400 ára gamla Shakespeare! Hví gjørdi eingin alt hetta undan honum?
Gríma lýsti við at Dreymur Jóansøkunátt var gáva frá leikbólkinum til føroyingar á 20-ára stovningardegnum. Stórfingin gáva!
Í teirri frálíku og hentu handbókini Dagar og nøvn í álmanakkanum sum tann fjølbroytti rithøvundurin Axel Tórgarð skrivaði og legði til rættis í 1994, kanst tú m.a. eisini finna søgur um dagar og nøvn. Tú kanst sláa upp á dagar, tá ið tú ætlar tær at geva gávur. Hyggur tú t.d. undir dagin 31. mars, sært tú, at hann eitur Balbina, men rithøvundanum líkt fært tú einki at vita um, at hetta er dagurin, tá ið rithøvundurin sjálvur varð borin í heim - í ár fyri 80 árum síðan. Sum lærara í Hoydølum minnist eg, at hann í próvtøkutíð onkuntíð plagdi at taka til um ?trí-tølini í lívi sínum?! Her sipaði hann sjálvandi, við bros á vørr, til dagin 31.3.23.
Góði Axel Tórgarð. Hjartaliga tillukku við heiðurslønini og takk fyri allar gimsteinarnar!
Sum Viderø segði á sinni um tær gomlu føroysku bókmentirnar: Slíkt var ikki grælingafjaðrar.