B68 stríðist fyri at varðveita plássið í bestu deildini, sum felagið á Svangaskarði vann á heysti í 2020, og sum B68 í fjør væl og virðiliga helt tørn um, tá ið toftamenn endaðu á áttanda plássi við 25 stigum.
Nú kappingin er 20 umfør gomul, er B68 á áttanda plássi við 17 stigum, ið er sama stigatal, sum AB á níggjunda plássi hevur.
Í Sosialinum í dag verður upplýst, at tríggir spælarar, sum hava verið á B68 listanum, ikki eru tað longur. Ein teirra er 36 ára gamli spanski Pedro Tarancon Anton, sum í mai mánað var við í tveimum dystum. Hann var skiftur inn í 4-1 tapinum á útivølli ímóti AB og í 6-0 heimatapinum ímóti Víkingi.
Ein annar er Lukasz Cieslewicz. Í fjør átti 34 ára gamli veteranurin lyklaleiklut á framrættaða miðvøllinum hjá B68. Í ár varð leikluturin ikki so stórur, tí Lukasz hevur verið so mikið illa darvaður av skaða, at hann hevur ikki verið førur fyri at venja og spæla. Sambært faroesoccere.com var Lukasz seinastu ferð á liðnum í 8. umfari, tá ið 30. apríl tapti 2-1 á útivølli ímóti EB/Streymi, og Lukasz skoraði einasta málið í ár. Lukasz var við í sjey dystum og bara einaferð var hann á vøllinum alla tíðina.
Tíðliga í summar skrivaði Hugin Samuelsen undir sáttmála við B68. Hann flutti av flatlondum og á Svangaskarð at spæla, og nú er hann farin aftur til Danmarkar í útbúgvingarørindum. 23 ára gamli framrættaði spælarin var við í sjey dystum, og hann skoraði tvey mál. Í báðum førum var tað í 7-2 heimasigrinum ímóti Skála.
Seinnapartin sunnudagin fara Jákup á Borg og hansara menn í B68 at spæla í Gundadali ímóti B36.