TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna reportarin, Vilmund D. Jacobsen gjørdi beinleiðis á Rás2 við varaborgarstjóran í Nes kommunu, Súna í Hjøllum í sendingini "Bátaradio" á Rás2.
Súni í Hjøllum gleðist um, at áhugin fyri at búseta seg í Nes kommunu er vaksandi. Hann heldur tó, at Nes kommunu skuldi havt lækkað prísin á grundstykkjum nógv fyrr.
Prátið við Súna á Hjøllum datt eisini inn á fiskivinnunýskipanina. Súni í Hjøllum heldur, at við nýggju semjuni er mótstøðan ímóti fiskivinnuuppskotinum minkandi.
Prátið snúði seg eisini um útróður, sum Súni í Hjøllum ætlar at fáast við framyvir.