Áhugin fyri Føroyum øktur

Umboð fyri Vága Floghavn og Atlantsflog eru við á stóru flogmessuni í Tallin, Roots Europe, og har merkja tey ein øktan áhuga fyri Føroyum

Messan í Tallin er ætlað flogvallum at hitta flogfeløg og øvugt. Talan er um eina árliga messu, har bæði Vága Floghavn og Atlantsflog eru við.
Tað er nýggi stjórin í Vága Floghavn, Jákup Sverri Kass, sum saman við fíggjarstjóranum, Regin Jacobsen, umboðar felagið, og hann sigur, at teir merkja ein nógv øktan áhuga fyri Føroyum.
- Vit hava fingið tvífalt so nógvar avtalur í ár sum vit høvdu í fjør. Okkara uppgáva er at skapa áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland, tí tað merkir økta ferðslu um flogvøllin, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann heldur, at tað serliga er leingjanin av flogbreytini, sum hava skapt áhugan frá flogfeløgunum.
- Fyri Vága Floghavn er tað gott at fáa størri ferðslu um vøllin. Tað kann vera heilársruta ella sesongruta, ella at eitt flogfelag ynskir at gera fýra ella kanska átta beinleiðis ferðir til Føroya úr Fraklandi, Týsklandi ella onkrum øðrum europeiskum landi, sigur Jákup Sverri Kass.
Messan byrjaði í gjár, og heldur fram í dag.
- Vit skulu brúka dagin í dag við at tosa við flogfeløg, eins og Atlantsflog tosar við ymiskar flogvallir, sum vilja hava føroyska flogfelagið at flúgva upp á teirra vallir, sigur Jákup Sverri Kass.
Tað er sum er mest bara Atlantsflog, sum brúkar Vága Floghavn, men tað merkir kortini ikki, at føroyska felagið fær fyrimunir fram um onnur.
- Vit spæla við opnum kortum, og eingin verður forfordeildur, sigur Jákup Sverri Kass.
Hann dugir ikki í løtuni at siga, hvat kemur burtur úr ítøkiliga, men hann fer at hava tilfarið frá ymsu flogfeløgunum heim við sær.
Vit hava tilfar viið okkum frá føroysku hotellunum og incoming feløgunum, sum vit lata flogfeløgunum, sum vit hitta her niðri og teimum touroperatørunum vit hava samband við, sigur Jákup Sverri Kass.
Eitt annað, sum dentur eisini verður lagdur á, er at koma í samband við fraktfeløg, ið fáast við fraktflutning burtur av.
- Hjá okkum ræðum um at fáa størru ferðslu um vøllin, og tá er hetta eitt gott høvi at lodda dýpið. Og fyri okkum er tað ikki so umráðandi, um tað verður Atlantsflog ella okkurt annað felag, sum flýgur, bara ferðslan um vøllin økist, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.