Á heysti í 2013 eru liðin 50 ár síðani 35. forsetin í USA, John F. Kennedy varð skotin. Hóast skjótt hálv øld er liðin, síðani tann tá bert 46 ára gamli forsetin varð myrdur, so er áhugin fyri John F. Kennedy framvegis stórur.
Hetta sóu tríggir føroyingar sjónliga, sum fyrr í dag vitjaðu John F. Kennedy savnið í heimbýnum hjá John F. Kennedy, Boston, Massachusetts í USA. Síðani savnið læt upp í 1979 hava fólk, bæði amerikumenn og útlendingar streyma til savnið. Savnið er sera væl frágingið. Á savninum eru bæði dokumentarfilmur um John F. Kennedy, sjónvarpsbrot við John F. Kennedy og øðrum fólkum í tí víðagitnu Kennedy-familjuni, umframt nógv onnur fakta frá lívi og yrkisleiðini hjá John F. Kennedy.
Aileen frá deilríkinum Vermont, sum er ein av mongum starvsfólkum á savninum (mynd: Árni L. Simonsen) greiddi frá, at tað sum ger John F. Kennedy so serligan er, at hann varð tann yngsti forsetin nakrantíð, hann varð tann fyrsti katolikkurin, sum gjørdist amerikanskur forseti, og hann varð tann fyrsti amerikanski forsetin, sum varð føddur í 20. øld.
Saman við Ted Sorenson skrivaði hann nógvar minniligar røður, sum hava rist seg rimmarfastar í søguligum høpum. Hann umboðaði nakað nýtt og eitt bjartskygni. Hann varð eisini fyrsti forsetin, sum hevði beinleiðis útvarpaðar og sjónvarpaðar tíðindafundir í tí Hvíta Húsinum.
Á savninum eru nógvir lutir frá æviskeiði John F. Kennedys. Bæði frá forsetatíðini, og í tíðini áðrenn John F. Kennedy gjørdist forseti. Allastaðni á savninum eru styttri og longri sjónvarpsbrot, sum stuðla undir søguna um tann legendariska, unga forsetan, sum varð myrdur í Dallas í 1963. Søgubrot eru eisini um hinar limirnar í tí víðagitnu Kennedy-familjuni, sum fyllur rættiliga nógv í samleikanum hjá Boston býi.
Ein stríður streymur er inn á savnið alla tíðina, og komandi ár væntar savnið serliga nógv vitjandi, tá amerikumenn fara at minnast, at tað eru 50 ár liðin síðani John F. Kennedy varð myrdur.