Føroya Ferðaráð hevur givið út nýggjan faldara um Føroyar, sum skal kveikja hugin hjá ferðamanninum.
?Færøerne? eitur faldarin á donskum og ?The Faroe Islands? á enskum.
?Hugkveikjarin?, sum hann verður kallaður av teimum, sum arbeiða við ferðavinnu, avloysir tann gamla faldaran ?Vejrgudernes Tumleplads? sum hevur gjørt sína tænastu í fimm ár.
Rósandi orð
- Vit eru ógvuliga glað fyri henda nýggja faldaran. Vit hava næstan bara fingið rósandi orð, sigur Urd Johannessen frá Ferðaráð Føroya.
? Ein íslendsk kvinna, sum arbeiðir nógv við ferðavinnu, segði millum annað, at faldarin var sera vakur, og at hann stendur sera frammaliga bæði tøknifrøðiliga og innihaldsliga.
Fangandi
? Tað eru tó ikki vit, men tey á Stephansons Hús og íslendski myndamaðurin, Kristian Fríðrikson, ið eiga størstu æruna fyri faldaran. Stephansons Hús fekk uppgávuna at gera faldaran. Tey hava arbeitt við hugskotinum og saman við Kristiani Fríðriksyni haldi eg, tey hava fingið eitt sera gott úrslit, sigur Urd Johannessen.
? Hesin faldarin brýtur eitt sindur frá teimum undanfarnu. Høvuðsdentur hevur verið lagdur á at fáa góðar myndir, og at myndirnar skuldu fáa gott pláss í faldaranum.
? Ætlanin er hinvegin, at kveikja áhugan hjá ferðamanninum, so hann kemur og spyr um meir tilfar. Tá hava vit aðrar faldarar, m.a. ?Færøerne ?98?, at bjóða útlendinginum.
Ein glæstrimynd¡
Myndirnar í hugkveikjaranum eru sera góðar - og tær kunnu so sanniliga eisini kveikja hugin hjá einum útlendingi at koma hendavegin.
Men vit mugu eisini seta spurningin um myndirnar vísa Føroyar, sum Føroyar er í dag, ella um tær eru ein glæstrimynd av Føroyum?
Blaðar ein gjøgnum faldarar kemur spurningurin nevnliga upp í huganum, um Føroyar eru so vakrar? Ella hin tankin: Er nakað gjørt við myndirnar fyri at tær skulu síggja enn vakrari út?
Selja dreymir
? Ein tílíkur faldari skal selja dreymir. Tí ræður um at fáa alt so vakurt sum til ber. Eg trúgvi, at øll sum hyggja í faldarar um frítíðarstøð vita, at hetta bara er tað vakrasta, ið verður víst fram, sigur Urd.
? Sjálv síggi eg tað ikki sum ein trupulleika, at myndir verða telduviðgjørdar fyri at fáa tær enn betri.
? Tey sum arbeiða við tí tekniska eru serfrøðingar á økinum, og eg haldi, at tey kunnu taka avgerðir á økinum viðvíkjandi hvussu myndirnar skulu vera.
Dreymur og veruleiki
Men dreymurin og veruleikin, samsvarar hann?
? Sjálvandi skal tað verða samsvar millum dreym og veruleika, og tað haldi eg eisini tað er í hesum faldaranum.
Líkjast orginalinum
Á Stephansons Hús siga tey, at tað bara vóru einar tvær myndir, sum tey hava broytt smávegis við litum. Grundgevingin var ?at fáa tær innskannaðu myndirnar at líkjast meir teimum orginalu?, siga tey.
Skulu vit meta um faldarar, skal tað í hvussu er eisini takast við, at har er okkurt á myndunum, sum ikki eigur at vera á.
Hyggur tú nærri at forsíðumyndin, sær tú, at runt fjallarøðina er ein tunn svørt strika, sum vísir at myndin er telduviðgjørd.
Eisini eitt nú myndin av brundunum á Viðareiði inni í blaðnum, sum hava eina tunna svarta striku runt hornini. Tað veit eitthvørt mansbarn í Føroyum, at soleiðis síggja hornini á brundunum ikki út.