Hitt »ektaða/upprunaliga« handritið! Hvør, hvar og hvat er tað?
Ivi er settur fram um Bíbliuna, hvørt hon er Orð Guds ella orð um Gud.
Bíblian er í mínum hugaheimi bæði. Bæði, fyrst og fremst Orð Guds og síðani Orð um Gud.
Eg kom fyri nøkrum døgum síðan fram á hesa millumskrift í einum broti í langari grein í Dimmalætting, og fall mær hetta fyri bróstið.
Hvat er hitt »ektaða/upprunaliga handritið«?
Í greinini stóð:
»Tað finst ikki eitt einasta ektað/upprunaligt handrit av bíbliuni.« Sitat endað.
Men hvat ger tað? Tað munnu vera fá uppruna handrit av bókum, ið finnast. Tað minkar einki um trúvirðið av bókini.?Eg eri ikki førur fyri at úttala meg hesum viðvíkjandi, men kundi hugsað mær at komið við onkrum, sum er nær knýtt at hesum máli.?Móses skrivar av tað, sum Gud hevur sagt: Móses er ikki høvundurin sjálvur, men Gud!?»Tá segði Harrin við Móses: »Skriva hetta í bók, so tað kann verða minst, og prenta tað inn í Josva! Tí Eg skal so heilt strika út minnið um Amalekitar.«« 2. Mós. k.17, v.14.?Her verður skrivað, prentað og strikað út fyri umleið 3.550 árum síðan.?Jóhannes ápostul skrivar fyri uml. 1950 árum síðani.?Her er tað aftur Gud! Hann gav Jesusi, tænara Sínum boð, og Hann sendi eingil Sín at kunngera tað, sum í teknum skjótt skuldi koma. Hann skrivar:?»Opinbering Jesu Krist, sum Gud gav Honum, til at vísa tænara Sínum tað, sum skjótt skal henda. Hann sendi boð við eingli sínum og kunngjørdi Jóhannesi, tænara Sínum, tað í teknum.« Op. 1,1.?Hesi brot úr Bíbliuni eru gomul og kunnu vera fúnað, so at tey ikki finnast. Tey kunnu vera til fyri tað. Og eru ivaleyst at finna. Eg má hava loyvi at gita, at tey eru, eins og aðrir gita, at tey ikki eru at finna!?Men hvørji eru hesi »ektaðu/upprunaligu handrit«??Tey eru øll avskrivað eftir Gudi. Tað er ikki Móses ella Jóhannes, sum er upprunaritið. Tað er Gud! Og teir hava skrivað av tað, sum Gud hevur boðið teimum. Gud er høvundurin! Teir eru umsetarar! Tá ið so nógvir umsetarar gjøgnum so nógvar øldir hava skrivað, er ikki løgið, at okkurt kann vera skeiklað nakað, men tó er Bíblian hóast alt bæði Orð Guds og Orð um Gud!?»Til ævigar tíðir, HARRI, stendur orð Títt fast í Himli...«?»Alt Orð Títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísislóg Tín føst.« (Dávidssálmur 119 v. 89 og 160).?Latið okkum siga, at grundtekstur ella frumrit Bíbliunnar ávikavist er hebraiskt, grikskt og árameiskt ella okkurt annað, so er tað í síðsta enda ikki heilt rætt.?Orðið, frumritið ella grundteksturin liggur í Himlinum, sum vit sóu! ?Á tí hásæti, Gud sat á og situr, tá ið hann skapti stjørnurnar, mánan, jørðina, galaksurnar, himlarnar, ja, alheimin!?Orðið er Guds, og eingin hebreari, grikki, árameari ella onnur hava upphugsað, skrivað ella designað handritið. Skapari tess er Gud, høvundurin. Ritstjórin er Gud, Faðirin Sonurin og Heilagi Andin.?Profetarnir, ápostlarnir, (hebrearar, grikkar áramearar, ella hvørjir teir nú eru, og øll tey, ið hava umsett gjøgnum øldirnar, eru umsetarar Orðsins, sum Gud hevur skapað, innblást ella dikterað. Teir hava skrivað, umsett og skrivað eftir, sum Gud hevur talað til teirra. Og hvør heldur uppá, at ikki bæði orð og setningar kunnu vera smávegis skeiklað og kunnu eftir egnum ynski fáa aðra meining, um vit bert ynskja tað! Men meginboðskapurin er óskalaður.?Alt samanlagt er Bíblian hin heilaga Skriftin!?At bíbliutrúgvir, trúgvandi ella kristnir granskarar hava aðra meining, enn at Bíblian er Guds Orð, og at tað ikki var Gud eina, sum skapti alt, fati eg ikki rættiliga.?Vil tað so siga, at teir bíbliutrúgvu granskararnir trúgva ikki Bíbliuni? Hvussu kunnu teir so vita, at teir eru trúgvandi ella kristnir??Hvussu er við øðrum høgt mentaðum skaldum og søguskrivarum, sum fyri øldum síðani skrivaðu? Munnu teirra verk vera lýtaleys – tað, sum onnur hava umsett úr? Tey verða blint trúgvin og lærd í skúlum, uttan hóvasták.?Orðið, Orð Guds, Skriftin, er ikki ein bókrulla, bók, rúnir ella hvat nú menniskju fyrstantíð hava skrivað á, tað sum nú er Bíblian!?Frumritið, hitt ektaða/upprunaliga handritið, er ikki tvær permur við bløðum, svertu og nøkrum krusedullum, alt eftir, hvat vit menniskju av ymiskum fólkasløgum og tungumálum á klótuni hava funnið uppá, og sum vit kalla bókstavir, bøkur, papyrus, skinn ella aðrar rullur, og er blivið til skriftmál ella dýrgripir, sum vit kunnu samskifta við, goyma og taka fram, alt eftir tørvi og vilja.?Hvat er so hitt ektaða/upprunaliga handritið??Tað er Orðið, tað er Gud! Ella um vit vilja tað: Hann er hitt ektaða/upprunaliga handritið!?»Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hann var í upphavi hjá Gudi.« Jóh. 1,1 og 2.?Hvør er hesin, Hann, ið var hjá Gudi? ?Jú, Orðið er ein persónur! Ein Maður! Kristus, Heilagi Andin og Gud!?Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin! Tríeindin! Allir í einum og hvør sær, ein í trimum!?Vit skilja tað ikki. Dárin skilir tað ikki. Vísmaðurin skilir tað ikki. Men fyri tað er tað hitt ektaða/upprunaliga handritið, og tað finst!?»Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er.« Vers 3.?Víðari sigur Jóh. í versi 14:?»Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.«?Orðið er eisini menniskja! Ein Maður, føddur av Gudi. ?Jú, hetta er Hann, ið skriftirnar tala um, og trúgva vit ikki, at Bíblian er Orð Guds ella Orðið, umsett av profetum og ápostlum, drivnir til tað av Heilaga Andanum, ja, ?»So er meira grund at tykjast synd í okkum enn nøkrum øðrum menniskjum!« 1.Kor.15, 19.?Men í Jóh. 6,63 sigur hesin sami Gud/Maðurin, vegurin, sannleikin og lívið:?»... orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.«?»Vit sóu Hann!«, sigur Jóhannes. Tey sóu Hann. Í gleði, í Kana. Á fjallinum, í dýrd hansara. Við grøv Lazarusar. Hjá einkjuni í Nain. Úti á bønum og í veltuni. À vatninum í ódn, sjóvarilsku og dýrdarlogn.?Hvat var tað fyri vísdómur, profetarnir og aðrir, ið skrivaðu, høvdu? Var tað eitt Gamaliels fróðskaparsetur í Jerúsalem, teir høvdu lisið og gingið á? Nei, tað stendur um teir:?»Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.« 2. Pætur 1, 21.?»Teir granskaðu, hvør ella hvussu tíðin var, ið Andi Kristusar, sum í teimum var, vísti á, tá ið Hann frammanundan vitnaði um líðingar Kristusar og dýrdina aftaná.« 1. Pætur, 1.11.?Teir granskaðu aftaná. Teir høvdu ongan møguleika at vita, hvat ið fyri framman lá, uttan at Andi Guds opinberaðu teimum tað. Tí prógv fyri tí, ið nú er prógvað, fanst ikki tá, men er funnið seinni, og nógv er eftir, ektað/upprunaligt.?Teir vistu ikki, meðan teir skrivaðu, hvat tað var, teir skrivaðu. Tað var ikki nakað, sum kom úr teirra egna barmi. Teir áttu ikki frumritið. Tað var Heilagi Andin, ið dreiv teir. Aftaná fóru teir at granska, rannsaka. Tað var gransking, tað, sum er á so høgum stigi í dag.?Nú, meðan eg eri við tað: Eg sá eina útsøgn fyri kortum:?»Tey trúgvandi vanvirða vísindi!«?Eg havi so í hvussu er ikki hoyrt nakran hildið uppá tað, og eg havi gjøgnum árini verið saman við rættiliga fitt av trúgvandi fólkum. Í samkomu okkara hevur tað verið biðið fyri teimum, sum í vísindum rannsaka og granska, mannaættini til frama. At ivi verður sáddur um vísindafólkini, kann ikki undra nakran, so ójavnir teir eru á máli um sama evni, teir viðgera.? ?Á hvønn hátt skrivar Gud í dag??»Tit er bræv okkara, skrivað inn í hjørtu okkara, kent og lisið av øllum menniskjum, við tað at skilliga sæst, at tit eru bræv Kristusar, vorðið til við okkum, skrivað, ikki við blekki, men við Anda hins livandi Guds, ikki á steintalvur, men á kjøttalvur hjartans.« 2. Korint. 3.3.?Les gjølla og síggj, hvør høvundurin er. Tað er Andi hins livandi Guds, ið skrivar á kjøttalvur hjartans. Ikki á tær gomlu steintalvurnar!?Eisini Pætur var drivin av Heilaga Andanum, tá ið hann skrivaði brøv síni. Tað sæst týðiliga. Hann talar um nakað, hann als ongan møguleika hevði at vita um, tí tað var ikki komið fram tá. Tað var ikki funnið fram til tað tá, men tað fanst, og tað var har alla tíðina.?Og nógv er komið fram í dag av tí, ið ikki var funnið tá. Tað var fjalt fyri eygum manna og er nú opinberað!?Kann tað passa? Pætur! Ikki gingið so mikið sum í millumskúla. Jesus rópti á hann: »Símun, fylg Mær!«?Eg síggi hann fyri mær. Slipa og roðsla hongur í skegginum, garnið hevur físt í andlit hansara. Hann strýkur hetta slýggjuta klistrið av sær. Loypur á stokkin, í støðna, á føtur, og so avstað. Tað var um reppið, at hann fløktist, tá ið tærnar krøktu seg í meskarnar, og hann mundi farið eftir rommum.?Hóvligari stígur bróðirin Andrias úr skutinum, leggur svintu og roðklæði av sær, leggur tað pent saman undir rongina og fer niðan støðna.?So ólíkir, og tó!?Tað sæst kanska ikki so nógv til Andrias sum til Pætur, men álitið á Jesus man hann hava havt, um so nakað av iva lá í orðinum, tá ið hann sigur við Jesus:?»Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir smáar fiskar; men hvat er tað til so mong!« Jóh. 6,9.?Jú alt álit vert, í ivanum!?Aftur til Pætur!?Hvaðan fekk hann henda vísdóm, tá ið hann skrivaði? Var hetta vanligur menniskjaligur vísdómur??»Men dagur Harrans skal koma – sum tjóvur; tá skulu himlarnir forganga í hørðum duna, frumevnini loysast sundur í brennandi hita, og jørðin og alt, ið henni er á, brenna upp.« 2. Pæt. 3,10.?Frumevnini! Hvat er hetta, Heilagi Andin talar við hann um? Pætur kendi einki til nøkur frumevni. Hann var ikki doktari ella professari í nøkrum.?Men nú hótta frumevnini.?Er nakað skýli? Jú, ein Skýlisklettur er! Hann er Orðið, Kletturin, Kristus, sum Bíblian við øllum sínum páhildnu brekum, prækikar..?Klettur klovin fyri meg, ?fjaldur í tær eri eg.?Blóðið tað, sum frá tær rann,?hvíld og rættvísi mær fann.?Danir siga: »Kært barn har manga navne!«, og Orðið hevur nógv nøvn!?Orðið er Gud, Jesus Kristus, og Hann sigur: »Eg eri Vegurin, Sannleikin og Lívið. Kletturin. Breyð Lívsins. Vatn Lívsins. Træ Lívsins«, Hann er hin lýsandi Morgunstjørnan!?Hann er hitt æviga lívið!?Er nøkur vón fyri hesum núverandi, ónda heimi??»Himmal og jørð skulu forganga, men orð Míni skulu als ikki forganga!« Matt. 15.18.?»Men lættari er, at Himmal og jørð forganga, enn at prikkur av lógini gongur úr gildi!« Luk 16.17.?»Men vit vænta eftir lyfti Hansara nýggjar himlar og nýggja jørð, har rættvísi býr.« Seinna Pæt. 3.13.?»Nú sá eg nýggjan himmal og nýggja jørð, tí hin fyrri himmalin og hin fyrra jørðin vóru farin burt; og havið var ikki longur.« Op. k.21 v 1.?Jú, vón er, slepp tær í læ!?Hetta til troyst fyri okkum, sum trúgva. Teimum, sum ikki vilja trúgva, fáa vit ikki hjálpt. Hetta fær bert Heilagi Andin sannført tey vantrúgvandi um, bert tey vilja vera Orði Guds lýðin, tá ið Hann kallar á tey. ?Men: »Hvussu skulu tey nú kalla á tann, ið tey ikki eru komin til trúgv á! Hvussu skulu tey trúgva á tann, ið tey ikki hava hoyrt um! Hvussu skulu tey hoyra, uttan onkur er sum prædikar! Og hvussu skulu teir prædika, uttan at teir verða sendir!... So kemur tá trúgvin av tí, sum prædikað verður; og tað, sum prædikað verður, kemur við orði Kristusar.« Róm. 10, 14.15 og 17.?»Leitið til Harran, meðan Hann er at finna, kallið á Hann, ta stund Hann er nær!« Esaias 55,6.??Tað kemur ein tími hjá tær og hjá mær?og hvørjum, á jørðini livir,?tá vit mugu koma tí æviga nær?og stíga um markið tá yvir.? ?2. Tað kemur ein tími, kann vera, hann enn?kann tykjast langt burtur at síggja;?tó skelva í loyndum teir sterkastu menn?og vildu væl frá honum flýggjað.? ?3. Tað kemur ein tími, ein álvarsom stund,?tó mangur ei nógv um tað teinkir,?og tann, sum tá hugdi á svíkjandi grund,?skal bindast í ævigar leinkjur.? ?4. Tað kemur ein tími, tá snildi og kraft,?tá vit ella mót ikki røkkur,?og um tú títt álit í tí hevur havt,?í vónloysi ævigt tú søkkur.? ?5. Tað kemur ein tími, tá gerast skal av,?hvønn veg tú á fold hevur stundað,?og um á ta frelsu, sum Gud frítt tær gav,?í tíð tú títt hús hevur grundað.? ?6. Tað kemur ein tími, og mást tú tá tó?í tíð um tað hugsa og minnast,?tá eingin, sum vanvirdi Kristi blóð,?í Himlinum inni skal finnast!??*N.P. Nielsen (Danm.), 1867–1933.?{Lag: Heinrich von Nutzhorn (Danm.), 1833–1925}.?(Victor Danielsen týddi).??Nei, ikki vistu vit fyri fáum árum síðan um oyðingarnar, sum nú standa fyri durum og fara at forkoma okkum.?Fyrr søgdu vit: »Nú verður ikki leingi, til verðin forgongur«, og mong spottaðu. Nú leggja vit alla orku í fyri alt í verðini at gera okkurt, so hon ikki forgongur!?Men gerst nakað? Trúgva vit innast inni og í veruleikanum, at alt hetta, vit royna at forða fyri, fer at eydnast? Og trúgva teir sjálvir upp á tað? Al Gore og onnur? Nei, eg veit ikki! Eitt kunnu vit øll vera samd um, sum teir siga: Dálkingin er sjálvgjørd, og vit hava øll verið um hana!?Fyrr hevur Gud ofta fingið skyldina fyri vanlukkur. Nú eru vit at enda farin at rannsaka okkum sjálv.?Vit hava øll, í hvussu er tey sokallaðu framkomnu londini, verið við til dálkingina!?Storm P sigur: »Alle taler om vejret, men ingen gør noget ved det.«?Og gerst nakað við tað??»Alt orð títt samanlagt er sannleiki, og til ævigar tíðir stendur øll rættvísislóg tín føst!« ?Sálmur 119, vers 160.?Á Krossmessu