Paulus og Barnabas fóru nú, eftir at teir vóru kallaðir at fara at prædika, út at ferðast, vit lesa, at teir fara til Kýpern fyrst, og síðani fara teir til Antokia í Pisidia, síðani til Ikonium, Lystra og Derbe, mong komu til trúgv, men Jødarnir stóðu ímóti, og í Lystra fóru teir so illa við Saul, sum nú verður kallaður Paulus, at teir hildu, hann vera deyðan, men Paulus reistist upp, tá ið fíggindarnir vóru farnir, og fór dagin eftir til Derbe.
Kanska upplivdi hann her, tað, sum hann skrivar um seinni í 2. Korintbrævi. Har sigur hann, at hann visti um mann, sum var ryktur inn í triðja Himmal og hoyrdi ósigilig orð, sum ikki er menniskja loyvt at tala. Mundi tað ikki vera hann sjálvur. Úr Derbe fóru teir aftur til lystra, Ikonium og Antiokia. Teir styrktu lærisveinarnar og valdu teimum elstar í hvørji samkomu, bóðu og fastaðu og fingu síðani Harranum tey. Teir vóru síðani í Pisidia, Pamfýlia, Perge og Attalia. Haðani fóru teir við skipi til Antiokia, og kap. 14 endar soleiðis:
Táið teir komu hagar, kallaðu teir saman samkomuna og søgdu teimum frá stórverkunum, ið Gud hevði gjørt við teimum, og at Hann hevði latið heidningunum upp dyr trúarinnar. Og so vórðu teir hjá lærisveinunum har ikki so stutta tíð.
Hetta, at teir valdu elstar í samkomuni, er vert at nevna. Hetta er skipanin, vit síggja verður lærd í Ápostlasøguni og brøvunum. Hvør samkoma sær hevði fleiri elstar. Paulus lærir í 1. Timoteusar brævi og brævinum til Titus um umsjónarmenn og samkomutænarar. Hesir skuldu ikki veljast av samkomuni við valið, har fleirtalið vann. Nei hesum monnum vóru sett strong krøv, um hvussu teir skuldu vera, teir skuldu hava góðan vitnisburð. Í Nýggja Testamenti síggja vit einki til, at ein maður varð settur upp um alt, soleiðis sum katólska kirkjan lærir. Heldur ikki var nakrastaðni ein maður, Biskupur, ella hvat man vil kalla hann, sum var yvirhøvd yvir fleiri samkomum, soleiðis sum luterska kirkjan lærir. Hetta eru skeivleikar, sum eru komnir inn við tíðini, við tað at ikki hevur verið fylgt neyvt eftir læru ápostlana. Tá ið ein setur eina kós, so leggur man ikki til merkis beinanveg, um hon verður hildin. Men tíðin vil altíð vísa, at tú ert farin skeivur, um tú so bert hevur ligið eina grad við síðuna av, og tess longri tíð tess størri verður skaðin. Paulus lærir soleiðis í 1. Korintbr, 4,6:
Hetta, brøður, havi eg fyri tykkara skuld heimført til mín sjálvs og Apollos, so tit á okkum kunnu læra hetta: "Ikki út um tað, sum skrivað stendur!" - fyri at eingin av tykkum skal blásast upp, fyri einum og móti øðrum.
Og í 1. Timotusbrævi 4,16: Akta eftir tær sjálvum og eftir læruni, ger støðugt tað! Tí táið tú tað gert, skalt tú frelsa bæði teg sjálvan og tey, sum hoyra teg.
Framhald.