Hugleiðingar um fyrsta útbjóðingarumfar


 

Eyðun Elttør landsstýrismaður

í oljumálum

Ráðstevnan, sum í dag verður sett í Norðurlandahúsinum, ber heitið »Leitingarskeiðið: Hvussu loyvishavarar fara at tryggja veruliga, føroyska luttøku«. Tað verður áhugavert at hoyra, hvat loyvishavarar hava at siga um hetta evnið.

Ein týðandi fyritreyt fyri at fáa sum mest burturúr føroyskari luttøku er, at loyvishavarar í verki vísa, at teir veruliga eru sinnaðir at lata føroyingar verða við í virkseminum. Eitt er tó, at loyvishavarar sýna góðan vilja. Neyðugt er eisini, at vit standa saman um at koma okkum uppí. Partar av vinnulívinum hava longu víst vilja og evni at laga seg til tey krøv, sum verða sett í hesi vinnuni. Eins og mangan áður man føroyska vinnulívið fara at megna at taka við nýggju avbjóðingunum.

Umframt at loyvishavarar og vinnulív eru sinnaði at virka fyri føroyskari luttøku, er eisini neyðugt, at myndugleikarnir í ávísan mun eru við. Tað hevur uttan iva havt sína ávirkan, at vit í longri tíð hava boðað oljufeløgunum frá, at myndugleikarnir leggja stóran dent á veruliga føroyska luttøku í virkseminum. Tá so oljufeløgini vórðu boðin at søkja um leitiloyvi, var eitt av kappingarparametrunum, í hvønn mun tey vildu taka føroyingar við í virksemið. Oljumálastýrið ætlar framhaldandi at ansa eftir at loyvishavarnir fylgja sínum skyldum hesum viðvíkjandi.

Tá útbjóðingarumfarið varð fyrireikað, vóru nógvir ymiskir møguleikar havdir frammi um, hvussu treytirnar fyri loyvini skuldu samansetast. Føroyska samfelagið skuldi hava sum mest burturúr, men ansast mátti eisini eftir, at oljufeløgini ikki mistu áhugan fyri føroyska landgrunninum. Fólk hava onkuntíð lyndi at halda, at vit bara kunnu seta oljufeløgum tey krøv, okk-um lystir, men so er ikki. Vit mugu hava í huga, at vit kappast við nógv onnur øki í heiminum um áhugan hjá oljufeløgunum, og meta tey, at okkara krøv eru ov hørð, kann úrslitið skjótt verða, at tey velja at arbeiða aðrastaðni.

Úrslitið av fyrireikingunum varð, at oljufeløgunum vórðu settar ófrávikiligar treytir, so sum trygdarkrøv, krøv til tøkniligan førleika, fíggjarorku og skattskyldu, umframt treytir, sum feløgini kundu kappast um. Hesar seinnu snúðu seg um, hvørji jarðfrøðilig arbeiði, feløgini vóru sinnaði at átaka sær, og í hvønn mun, tey vildu virka fyri veruligari føroyskari luttøku í virkseminum.


Alment oljufelag

Endamálið hjá Føroyum við at fara undir oljuvinnu er í høvuðsheitum at fáa inntøkur til landskassan, at fáa størri virksemi í landinum og at menna vinnuliga førleika okkara. Við teimum treytum, vit hava sett oljufeløgunum fyri at fáa leitiloyvi í fyrsta útbjóðingarumfarinum, náa vit hesum málum.

Aðrar treytir vórðu tó eisini umhugsaðar, so sum luttøka av almennum oljufelag og at selja loyvini kontant til hægstbjóðandi.

Eitt alment oljufelag hevði ikki givið føroyska samfelagnum annað ella meira, enn settu treytirnar geva.

Tað var høvuðsorsøkin til, at vit valdu ikki at krevja beinleiðis almenna luttøku. Umframt partafelagsskatt uppá 27% (í mun til partafelagsskatt fyri annað virksemi uppá 20%), fær landskassin 2% av virðinum av øllum framleiddum kolvetnum, og kastar framleiðslan nógv av sær, fær landskassin eisini eykaskatt, sum er vaksandi í mun til yvirskotið. Tilsamans kann skatturin av seinast vunnu krónini koma uppá umleið 55%. Harumframt gjalda oljufeløgini eitt víddargjald fyri økini, sum tey hava fingið rætt at leita á. Hetta gjaldið veksur ár um ár.

Annar møguleiki var at hava alment oljufelag við sum optión, tvs. at tryggja tí almenna rætt til, at eitt alment oljufelag seinni kundi koma við í virksemið. Bíðað kundi tá verið við at stovnað felagið t.d. inntil tað vísti seg, um kolvetni eru í undirgrundini. Skuldu vit kravt optión, er tað rættiliga víst, at vit høvdu verið noydd at slakað í øðrum krøvum, t.d. slept serskattinum.

Tað hevur verið ført fram, at við ikki at hava alment oljufelag, hava vit spælt okkum eitt sera týdningarmikið kort av hondum fyri allar ævir. So er ikki. Vit hava bara gjørt av ikki at krevja alment oljufelag við í fyrsta útbjóðingarumfarinum. Hetta forðar á ongan hátt fyri, at vit krevja almenna luttøku í onkrum seinni umfari, verður tað hildið at vera skilagott til ta tíð.

Eitt annað sjónarmið, sum hevur verið ført fram, er, at uttan alment oljufelag hava vit útihýst øllum føroyingum frá at luttaka í vinnuni. Hesum eri eg als ikki samdur í. Við teimum treytum, sum settar eru, hava vit tvørturímóti júst tryggjað øllum føroyingum bæði lut í einum møguligum fíggjarligum ágóða og møguleikar fyri at luttaka beinleiðis í vinnuni.

Sjónarmiðið, at tað almenna skal luttaka beinleiðis fyri harvið at fáa ágóðan av møguligum inntøkum, er eftir mínum tykki heldur ikki rætt. Sum áður nevnt, verða stórar upphæddir settar uppá spæl í sambandi við oljuleiting á føroyskum øki. Hesar upphæddir verða brúktar uttan vissu fyri, um nakað fer at koma burturúr ella ikki. Við ikki at hava almenna luttøku í virkseminum, taka oljufeløgini váðan á seg. Verður einki funnið hevur landskassin tí einki beinleiðis tap av hesum. Verður olja hinvegin funnin fær landskassin sín part umvegis skattir og avgjøld.


Útbjóðingarhátturin

Eitt annað evnið, sum varð umrøtt í sambandi við fyrireikingarnar av fyrsta útbjóðingarumfarinum, var møguleikin at selja loyvini kontant til hægstbjóðandi ? at selja tey á uppboðssølu. Tað var tó rættiliga skjótt komið til ta niðurstøðu, at hetta var ikki besta loysnin fyri føroyska samfelagið.

Henda mannagongd kann nýtast, har vitanin um økið er ein heilt onnur enn hjá okkum. Við tí óvissu, sum er knýtt at føroyska landgrunninum, hevði prísurin, oljufeløgini høvdu viljað latið, verið hareftir. Tað man neyvan nakar við innliti í oljuvinnuna vera í iva um.

Á ein hátt ber tó til at siga, at uppboðssøluhátturin kortini varð nýttur og at teir umsøkjarar, sum høvdu hægsta boð, fingu loyvini. Gjaldið varð tó bert partvíst í reiðum peningi. Úrslitið av fyrsta útbjóðingarumfarinum er, at oljufeløgini hava átikið sær skyldur fyri uml. kr. 1,5 mia. Eisini eigur at verða havt í huga, at leitingarloyvi ikki bara geva loyvishavarunum ein rætt at leita eftir olju, men eisini áleggja teimum eina skyldu at fremja tað arbeiðið, ið er ásett í leitingarloyvinum. Oljufeløgini hava átikið sær at gera 8 leitiboringar, umframt at gera aðrar kanningar av føroyska landgrunninum, soleiðis at tann parturin, sum liggur undir basalti, møguliga gerst meira áhugaverdur í framtíðini. Harumframt hava loyvishavarnir skyldu til at nýta uml. kr. 100 mió. til menning av føroyska vinnulívinum, til útbúgvingar og til gransking næstu 6 árini.


Niðurstøða

Við teimum treytum, ið eru settar, hava vit rokkið teimum fremstu málunum, vit settu okkum undan útbjóðingarumfarinum.

Hesi málini vóru at fáa oljufeløgini hendavegin at fara undir veruligar leitingar eftir olju og at gera hetta í samstarvi við føroyskt vinnulív, eisini meðan leita verður.

Mín inniliga vón er, at hetta nýggja virksemið kemur at geva einstaka føroyinginum eins og tjóðini allari eina spennandi og mennandi framtíð.