Summar broytingar hava bara góðar avleiðingar við sær, kann man nokk siga, t.d. tann við fiskiflotanum. Aðrar broytingar hava baði góðar og ringar fylgjur. Knívurin var ein góð uppfinning, nær ið nú hann var uppfunnin, men hvussu hevur hann ikki verið brúktur eisini til tað ringa.
Eitt sum er ómetaliga nógv broytt í mínari tíð, er hvat ið sømir seg. Fyrr vóru mørk. Hesi mørk, hildu okkum øllum innanfyri nakrar rammur, sum vóru skilagóðar. Hesi mørk ella lógir vóru bygdar á tær heilagu skriftirnar, og tryggjaðu okkum at skil var á tingunum, so at óskil ikki valdaði.
Hetta er broytt nú. Tað eru nærsagt eingi mørk fyri, hvat okkara tíðindabløð loyva at koma á teirra síður. Kringvarpið, serliga sjónvarpið hevur gingið á odda við at vísa fram alment, tað sum ósømiligt er nú í mong ár. Onkur sigur kanska, at tað kann gera tað sama, tí teknologiin hevur gjørt tað møguligt, at fólk kunnu bara fara inn á netverkið, so hava tey møguleika fyri at síggja alt tað, sum er at síggja. Hatta er kanska rætt fyri ein part, men sjónvarpið var tað sum byrjaði hetta óskilið, langt áðrenn internetið kom. Tað var ikki roynt at nýta “knivin” bert til tað góða, men allur útlenskur lortur hevur verið sendur inn í stovur okkara til óbótaligan skaða fyri okkara ungu.
Summi verja hetta við at siga, at hetta er lívið. Men hugsa tær til, um vit í øllum lutum, sum hava við lívið at gera, hugsaðu so. Um vit gjørdu ting, sum annars eru náttúrlig og fult lóglig, ja neyðug, men gjørdu tað alment, so hevði løgreglan fyri tað fyrsta skjótt komið eftir okkum, og øll sum kenna okkum høvdu hildið, at vit ikki vóru rættsiktað longur, men gingin frá vitinum.
Men tá ið tað kemur til filmsheimin, er alt loyviligt halda hesi, sum bryggja hetta saman, og tey sum metta girndir sínar við tí uttan at hugsa um, at hendan siðspillan er drepandi fyri ættarliðið, sum veksur upp. Nei vit kunnu ikki verja okkara skeivu gerðir við slíkum. Sumt er, sum ikki er sømuligt. Men, sum eg longu havi nevnt, gomlu góðu mørkini eru niður traðkað av girndum menniskjans eftir tí, sum spennandi er fyri hetta av náttúruni spilta hold okkara. Girndin at tjena pening hevur gjørt, at menniskju finna uppá alt skitt fyri at hava eina spennandi søgu ella film, sum selur. At tað brýtur niður tað, sum gott er og koyrir onnur menniskju út í óføri, verður ikki spurt um.
Tað ringasta er tað, at menniskju trúgva, at tey eru á beinari leið, tí vit liva í ein “kristnum landi” . Tey halda at tey eru gudsbørn. Vit trúgva jú á sama Gud, verður sagt, men ansa tær hvat tað er, tú trýrt, eru syndirnar ikki reinsaðar burtur við blóði Jesusar, og ein nýggj lívsførsla byrjað, so ert tú illa staddur. Tú kemur ikki inn í Himmalin við tíni synd, tað er ómøguligt.
Men aftur til tað, sum eg hugleiddi um viðvíkjandi tíðini. Eftir sum tær heilagu skriftirnar siga okkum, skulu vit ikki vænta nakað gott av hesum heimi. Hann liggur í tí illa, stendur skrivað. Syndin hevur valdað, alt síðan menniskjan fall fyrstu ferð. Og øll eru vit fallin, eingin av okkum kann siga seg reinan, tað vita vit. Men vit síggja út av orði Guds, at tá ið menniskja fer at forsvara tað, sum er skeivt og alment stíga fram og fara út um øll mørk, tá er tað serliga vandamikið og hóttafall er. Skriftin kallar tað at fylla syndamálið. 1. Mós. 15,16. Avleiðingarnar av hesum síggja vit í fleiri støðum í skriftunum, t.d. eru Sodoma og Gomorra vælkendir fyri hetta. Jesus nevnir hetta, tá ið hann talar um endatíðina, Luk. 17,28, og sigur at, sum tað var tá, soleiðis skal tað vera tá ið hann opinberast.
Sostatt liva vit í seinastu tíðum. Jesus talar um tað, sum skal henda, og líknar tað við føðingarverkir. Tað er profeterað av Jesusi sjálvum, at hesar tíðir skuldu koma. Ein av verkjunum, sum hann nevnir, er jarðsjálvtar, tað er nakað, sum vit hoyra um til dagligt. Vit vita, at tá ið verkir koma á barnakonu, so er tíðin komin hjá henni at eiga. Soleiðis er eisini her, vit ganga móti endanum. Tíðin er komin, at Jesus fer at opinberast, sum skrivað stendur. Heimurin, serliga vesturheimurin er við at fylla syndamálið. Í samband við verkirnar so talar tað, sum hendir í miðeystri ómetaliga sterkt til okkara eisini. Tað er tí umráðandi hjá tí vantrúgvandi at venda sær til Jesus Kristus og fáa syndirnar fyrigivnar, áðrenn tað verður ovseint. Tann trúgvandi eigur at vakna upp úr svøvni og gera seg til reiðar at møta frelsara sínum.
Hetta at mørkini falla hevur vissuliga við óndskaparans andaherð í himmalrúminum at gera. Antikristus verður kallaður hin lógleysi, 2. Tessalonikabræv 2,8 - hann skal standa fram á seinastu døgum, og hann er sendisveinur Djevulsins. Álvarsamt.
Tá ið Jesus var upprisin frá deyðum, sendi hann ápostlarnar út at prædika umvending og syndafyrigeving fyri øllum fólkasløgum. Lít ikki á at ein og hvør er sáligur í sínari trúgv. Men ver vísur í, at tú ert føddur av nýgggjum, og at tað sum tú hvílir á, er fullgjørda verk Guds í Jesus Kristusi.