Hugleiðingar um Mourentius Viðstein

Á summarstevnuni hjá Javnaðarflokkinum í Trongisvági hevði Jákup Lindenskov, fyrrverandi ting- og landsstýrismaður hugleiðingar um annan av fyrstu tingmonnum Javnaðarfloksins:

Nakrar dagar fyri Ólavsøku spyr Eyðolv, floksskrivarin, um eg vildi hava nakrar hugleiðingar á stevnuni her Suðuri um Mourentius Viðstein, fyrsta tingmanni okkara í Suðurstreymi. Mourentius var valdur á ting fyrstu ferð 23.januar 1928 og sat í tinginum til 28. januar 1936. Hann var fyrsti formaður Javnaðarfloksins og sat formaður fyrstu 5 árini til 1934. Eisini var hann blaðstjóri av ?Føroya Social-Demokrat?, sum blaðið tá kallaðist, frá útkomudegnum 24.mai 1927 til 1. november 1932.

Tað eg sigi um Mourentius Viðstein verða brot, øðrvísi dugi eg tað ikki; æviskeið hansara Mourentiusar vóru ikki sørt brotspartar og lutir.

Hugsjónarmaður var Mourentius, ikki at hann gekk frá politisku grundhugsjónum sínum, meira, at hann í yrkadegnum, mátti seta kós, sum ikki beint var hon sum ráddi á borgini.

Árini, Mourentius var blaðstjóri av Føroya Socialdemokrat, málgagni Javnaðarfloksins, vóru á ymiskan hátt krevjandi og tyngri enn flestu varnaðust; hann var av tí gamla slagnum blaðmaður og mær vitandi autodidaktur prentari, hann hevði ábyrgdina av rakstrinum, var eisini tingmaður og harvið maðurin, fólk leitaðu til, var okkurt áfatt - og so er lætt at skilja, at persónsviðurskifti ofta vóru tyngjandi. Hetta er alt í teimum kørgu 30?árunum.

Tað var uppgávan hjá Mourentiusi, at blaðið gekk, eisini fíggjarliga. Í hesum trupla arbeiði, sum tað eisini tá var at fáa blað at bera seg, var óivað meira enn nakar kundi at krevja av manni.

Serliga tá vit hava í huga tað tungarbeiði, tað er at fáa undirtøku til boðberan við hugsjónunum hjá arbeiðarrørsluni.

1. november 1932 leggur Mourentius blaðstjórastarvið frá sær.

Hann hevur óivað lítlan tjans til annað lønandi arbeiði, hóast hann var tingmaður til løgtingsvalið januar 1936. Løgtingssamsýningin tá var kr. 600 fyri árið.

At Mourentius hevði ætlanir um at halda fram í politikki, ivast eg ikki í. Í juli 1933 kom tíðarrit við heitinum KYNDIL, tíðarrit um samfelagsmál, vinnu- og mentanarmál. Ritstjóri M. S. Viðstein. Tilfarið er mest úr stríðssøgu arbeiðaranna, um Karl Liebknecht, Rosu Luxemburg, Claru Zetkin, stevnuskrá Javnaðarmanna. At Mourentius ætlar okkurt er ivaleyst. Bert hetta eina nummar kom, so neyvan hevur gingið sum ætlað.

Mourentius er biðin at arbeiða á prentsmiðjuni hjá Dagblaðnum í 1936 og var hann pennurin í mentanarliga innlegginum, Nýtt Land, kríggið mundi steðgað hesum tiltaki. Í blaðtjórn Dagblaðsins er hann frá 13.mai 1947. Politiska pennin í Dagblaðnum førdi hann ongantíð.

Mourentius var bergtikin av arbeiðararørsluni frá ungum árum, undangongumaður og virkin í føroysku fakfelags-rørsluni. Hann var heiðurslimur í Føroya Arbeiðarafelag.

Um skaldskap, um Mourentius sum rithøvunda og yrkjara er skrivað í bókini ?Horvnar Havnarmyndir?, sum Martin Næs ritstjórnaði í 1983, tann partin fari eg tí ikki at greina.

Leiti aftur í krígsárini fram til áleið 1950.

Mourentius og pápi hittust javnan har í brekkuni vit búðu, Dagblaðsbrekkuni og var tá altíð okkurt prátið. Losjufelagir vóru teir; men Mourentius var annað enn maðurin sum knuggaði niðan brekkuna hvønn dag. Á Heygsbreyt var hann á prentsmiðjuni - og har setti hann upp - sum tað eitur á prentaramáli, manga yrkingina, søguna og frásagnir sínar. Mongu stubbarnir í blaðnum um fólk og hendingar vóru eisini úr hansara penni.

Onkran góðveðursdagin vit koma oman úr Hoyvík møta vit Mourentiusi, steðgað verður á, teir práta leingi. Soleiðis var, tá teir hittust. Tá visti eg eyðvitað lítið um tað, teir høvdu ella høvdu havt felags sum floksfelagar.

Í bókini ?Horvnar Havnarmyndir? sigur Martin Næs, at Mourentius ?var ein av høvuðsstuðlunum í Ungmannadeildini hjá Losjuni í Havn, og eisini her tók hann serstakliga undir við teimum altjóða sosialistisku tankunum?. Havi hugsað um tað, hann her sipar til - og slútti mær til, at hann við sangum sínum og løgum hann setti til, brúkti tey hjá arbeiðararørsluni - fekk kanska ljóð fyri dreymahugsjónar-hugsanum sínum. Vil onkur kunna seg meira, so eru nógvir av sangunum hjá Mourentiusi í Felagssangbókini, sum fæst í bókabúðunum. Fleiri av sangum hansaraog løg eru úr filmum undir krígnum, sum ofta gingu langi, tí tað var ikki sum fótur í hosu tá, at senda filmir millum lond.

Mourentius hevur altíð havt gott orð á sær millum javnaðarfólk í Havn. Hóast hann fór úr flokkinum, vóru tey góð við hann. Tað, vit vita frá teim eldru, var, sum skiltu tey hann, og tú vart ongantíð varur við ójavna millum tey gomlu í felagnum og Mourentius, meira, at tey vóru hørm um brotið.

Vánaligu tíðirnar í 30unum, at standa fyri prentsmiðju og blaðútgávu og skipa fyri fyritøkuni hevur verið mikið krevjandi av einsamøllum manni, húsini misti hann, prentsmiðjan fór somuleiðis.

Dreingjaárini var eg javnan á Dagblaðsprentsmiðjuni. Spennandi tímar, tá leið móti kvøldi. Millum manningina var Mourentius, sonurin Óla Bjørn, Doffa, Jens Dam Jacobsen. Mourentisus mest á skrivstovuni, skrivaði og læs korrektur og gekk hann nógv upp í, at blaðið var vakurt uppsett. Tá blaðið kom úr svørtu, skuldi tað falsast, leggja saman. Undir hesum arbeiði var prát og Mourentius kundi vera hittinorðaður. Onkur spyr, hví Kvívíks-Tummas mundi flagga í dag -?Kvívíks Tummas?, heldur Mourentius fyri,? tað skal eg so væl siga, hann flaggar fyri hvørjari dunnu?. Flaggstongin hjá Kvívíks Tummasi sást um alla Havnina, var okkurt serligt var á vási fór Merkið í húna hátt við signalfløggum. Hetta var í teirri tíðini, tá tað, at siga tílíkt um ein sum Kvíkstummas var djarvt sagt, tí hann var trolaraskipari og loysingarmaður.

Mourentius gjørdi lítið um seg á politiskt, tað eg minnist, hann skrivaði um ymisk viðurskifti, hann yrkti, hann setti eisini sín dám á samtíð sína við hugleiðingum sínumog musikalska kynstri sínum. Hugaður, sum hann var, tá tað var at dugna ungdóminum. Manga yrkingina gjørdi hann til veitslur, stevnur, upplestur. Hann var røðarin við tí góða orðinum, sum fekk ungdómin at trína fram, røða, syngja, lesa upp. Seinasta almenna røða hansara mundi vera á Vaglinum 1. mai 1962. At hann var fakfelags-maður burturav, tað vistu øll.

Lítillátni merkti mannin í allari medferð hansara, sum røðari var hann heitur og eggjandi.

Mourentius Viðstein var verjin hjá tí minni menta, hetta var reyði tráðurin í skriving hansara. Hann gjørdi vart við hendingar og tilburðir, segði so meistarliga frá, ofta um tílíkt, sum onnur lítið góvu sær far um, hann peikaði á órættvísina, forfjónaðu vinna samkenslu hansara.

Virðing og sorgblídni hvílir ofta yvir tí, sum farið er. Tey seinni árini sært tú Mourentius við putti í hond, síðum frakka og undir keppi, sum ein Lenin, hugsunarsaman. Mildur, tað kenna vit í mongu yrkingum og songum hansara, eitt nú, tá hann kvøður um sólina, stjørnurnar, kirkjuklokkurnar - og undir øllum hvílur friðsemi og yndi:


Sól til viðar rann og dagur úti er -

og hin fyrst stjørna tendrast móti nátt.

Yvir heiðar fuglur syngjandi nú fer,

kirkjuklokkur ljóða hugnaligt og hátt.

Tær í øldir hava ljóðað sum í dag,

tíðartonnin ikki broytti teirra lag.

Tað er hugnaligt í haga og á jørð,

og í hesum friði droymi eg um teg.

So við og við - lið um lið

sessast tvey at njóta sælan náttarfrið.

Skjótt ótaldar stjørnur skrýða loftið blátt,

og tær túsund stjørnur veittra: ?góða nátt?


Onkuntíð hittust vit í blaðmannafelagnum. Kann minnast hann finnast at Sosialinum, sum hevði skrivað okkurt um forsetavalið í USA, ein demokratur hevði vunnið tað valið. Hann snerti við, ?í Amerika er eingin javnaðarpolitikkur, eingin sosialisma, einki uttan karráða kapitalisman?. Tað var, sum vildi hann leiðvísa okkum um hugtøkini sosialisma kontra kapitalismu.

Tá Mourentius var borin út úr Kirkjugarðskapellinum henda lýðveðurs maidagin í 1971 út á gravarbakkan sang Kristiliga Sangkórið væl kenda sangin ?Sól til viðar gongur..?, sum Mourentius hevði føroyska so meistarliga. Tað var, sum tyktist náttúran, fuglaljómurin taka undir við samsanginum í várkendu lýðkuni, og so hvørt sangurin fjarðaði burt kendist tað, sum samtykti náttúran í síðstu kvøðuni til skaldið, ?takksamt fyri dagsins stríð, tá í vestri bjørt og blíð, sól til viðar gongur?.

So endi eg brotini ella hugleiðingarnar um mannin vit altíð hava hávirt, og sum vit leita til, tá skift verður orð um søgu, um uppruna og politikk floks okkara.


jl.