Hugleiðingar eftir ferð í Afrika

At verða boðin at vitja eitt so eksotiskt land sum Malawi mitt inni í Afrika, er uppliving, sum ein ikki fær á hvørjum degi. Men upplivingin var sterk og setti spor, sum koma at merkjast, eftir seg

Var fyri jól 1997 ringdur upp av føroyskum presti, sum spurdi, um eg var áhugaður í einum túri til Malawi í Afrika.

Áðrenn spurningurin var liðugur, var svarið ja. Tað var eingin ivi í míni sál um, at ein slíkan túr letur tú ikki fara frá tær. Slíkt stendur tær kanska bara einaferð í lívinum í boði.

Søgan aftan fyri túrin er tann, at Neyðhjálp Fólkakirkjunnar, sum rekur hjálpararbeiði í Malawi, hevði boðið nøkrum journalistum at síggja, hvaðar peningurin fer, sum fólk lata felagsskapinum. Og av tí, at føroyingar lata rættiliga nógvan pening til neyðhjálp, var hildið rímuligt, at eisini ein føroyskur journalistur var við á túrinum. Hesin kundi so passandi sagt føroyingum frá, hvussu peningur teirra verður nýttur.

Av høvuðsskrivstovuni hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í København verður sagt, at føroyingar í mun til fólkatalið lata »markant« meira pening, enn danir gera.


Ferðing

Tað vóru seks fólk í ferðalagnum, sum fór úr Kastrup við kós móti høvuðsstaðnum í Malawi, Lilongwe. Tey fimm umboðandi informatiónsdeildina hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar og donsku pressuna. Og so ein einstakur føroyskur tíðindamaður.

Leiðin gekk um London, har bíðað varð ein heilan dag eftir rutuflogfari niður í hjarta Afriku.

Við so góðari tíð lá væl fyri at fara úr Gatwick inn í sjálvan London bý at stytta sær stundir. Og bretar tykjast ongar trupuleikar hava av, at flogvøllurin ikki liggur mitt í høvuðsstaðnum. Teir ferðast fegnir langt til tess at náa flogfarinum.

London er ein spennandi býur, har tú kanst fáa, hvat tað skal vera. Tó tóktist, sum ikki bar til at fáa ordiligt kaffi.

Og var tað ringt í London, var hvaðna verri umborð á risastóra flogfarinum hjá British Airways, sum í 14 tímar flutti okkum úr London um Harare í Zimbabwe og Lusaka í Zambia til Lilongwe í Malawi.

Kaffi har umborð var rætt og slætt ikki munnberandi. Men so var tænastan annars so mikið betri. Og ein sannaði enn einaferð, at bretar duga at gera te.

Hóast langa flogtúrin var hann ikki troyttandi, og av tí, at ferðast varð mestsum upp og niður, tíðarmunurin er bara tveir tímar úr London, vóru vit rímuliga væl fyri, tá vit lendu í Afrika.


Fryntligt fólk

Eg kendi meg hjartaliga vælkomnan longu frá fyrsta handataki í floghavnini í Lilongve.

Ein smílandi afrikanari kom at taka í móti okkum. Leiðarin á ferðini, informatiónsmedarbeiðarin hjá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar í København, hevði verið einar fimm-seks ferðir áður í Malawi, so teir báðir kendust.

Hesin fryntligi afrikanarin, sum vit seinni mest nevndu »grinebideren«, er leiðari fyri felagsskapinum ELDP, sum samstavar við Neyðhjálp Fólkakirkjunnar. Hann er ættaður úr Tanzania, og er nevndur Dr. Meena.

Saman við honum vóru tveir bilførarar og ein kvinnuligur tulkur, sum fylgdu okkum á ferðini.

Tey tosaðu øll væl enskt. Men tulkurin skuldi vera við, tá vit skuldu út á bygdirnar at vitja.

Eg havi búð á betri hotelli, má eg siga. Men í mun til, hvat mær var sagt, áðrenn vit komu niður, var hotellið, vit búðu á, rættiliga gott. Reint og nossligt. Egið baðirúm, har eitt fýrbein rann á vegginum. Og tað var, sum tað átti at vera. Hetta helt øðrum smákyktum burtur.

Ávarða var í móti sjúkum, sum standast av millum øðrum flugubitum. So útgerðin, sum við var, var merkt av hesum. Flugunet at breiða yvir songina, og balsam at smyrja upp á seg. Tað luktaði av citrón langt burtur, hvørja ferð, farið varð út eftir skýming.


Ørðvísi guðstænasta

Vit komu til Lilongwe leygardag seinnapart.Og av tí, at vit vitjaðu kirkjuligar felagsskapir, var sjálvsagt, at sunnudagurin byrjaði við guðstænastu í luthersku kirkjuni í Lilongwe.

Sjálv liturgiin líktist teirri, ein var vanur við í Vesturkirkjuni. Væl bar til at fylgja við trúarjáttan, Faðirvár og slíkum, hóast ikki eitt einasta orð var skiljandi. Tulkurin, Patricia, váttaði fyri mær aftan á guðstænastuna, at tað var, sum eg hevði hildið meg skilja.

Tað var týðuligt, at gingið varð nógv upp í sangin. Og hóast einki orgul var, so varð sungið so í hesum lítla bliktakta betongrúminum, at meinigheitin í Vesturkirkjuni átti at blikna av øvund. Tvey kór, sum hvørt sang betri enn annað. Og fólk livdu við. Har svingaði.

Fyri mær minti tað ikki sørt um føroyskan dans, har ein skipaði, og restin so tók undir. Ein kvinna í fremsta stóli sang líkasum eina reglu, og so tóku hini undir og sungu tað sama.

Tað, eg serliga legði merki til við hesum fólkunum, var, at har vóru mest bara ung fólk og børn. Gamalt fólk var einki at síggja. Um tað var tí, at livialdurin er so lágur í landinum, er ikki til at siga. Men hugsandi er, at av tí, at kirkjan rekur skúla, kann tað vera, at hetta eru fólk, sum hava ella hava havt tilknýti til skúlan, sum koma aftur.

Tað var biskupurin sjálvur, Joseph Bvumbwe, sum prædikað hendan dagin. Og sum skiltist var tað tí, at fremmandir gestir vóru komnir á vitjan.

Bispur prædikaði á enskum, so vit skuldu skilja, meðan ein prestur so umsetti til lokala málið, Chichewa.

Hetta var sætta sunnudag eftir trettanda, og teksturin var frá Matteusi 20 um bønarmenninar í víngarðinum.

Og meðan eg sat og lýddi á røðu biskups, skilti eg, at her hevði lýsingin av monnunum, sum stóðu fyri enki á torginum annan týdning, enn heima. Tí her niðri stóðu teir í trunka á torginum. Og var einki at vinna, var einki at bíta. Einki ALS at fara til.

Men tað, sum festi seg mest, vóru orðini um, at tað er líka mikið, um tú verður biðin til arbeiðis klokkan sjey, níggju, ellivu, tvey ella fimm.

Tað, sum um ræður, segði bispur, er, at tú er til reiðar, tá tú verður biðin.

Aftan á kirkjugongdina fóru øll út á sama hátt sum í føroyskum kirkjum. Bispur fyrst og so tey á fyrsta bonki og so framvegis. Men bispur steðgaði beint fyri hurðini fyri uttan og tók í hondina á teimum, sum út komu. So steðgaði tann næsti og tann triði og so framvegis. Tá so vit, sum sótu nakað uttarlaga í kirkjuni komu út, gingu vit runt mestsum alt túnið og tóku í hondina á fólki. Soleiðis heilsaði eg upp á fleiri fólk, enn eg nakrantíð fyrr í lívinum hevði tikið í hondina á sama dag.


Skelkandi vitjan

Endamálið við ferð okkara var at vitja tey støð, har Neyðhjálp Fólkakirkjunnar rekur hjálpararbeiði. Eisini støð, har ætlanin er at fara undir slíkt arbeiði.

Og longu seinnapartin sunnudagin varð farið við bili at vitja eitt av teimum støðunum, har ætlanin er at grava ein brunn í summar.

Hóast eg helt meg hava sæð eitt sindur av hvørjum og ikki vera so lættan at taka av fótum, má eg viðganga, at hendan vitjanin gjørdist ein skelkur, sum fer at standa í minninum, tað eg havi eftir at liva.

Eg upplivdi tað, sum á fremmandum málið verður nevnt »kulturchok«. At vera vitni til, at menniskju kundu liva undir slíkum umstøðum sum teimum, vit sóu, var meira enn eg hevði ímyndað mær, kundi bera til.

Vit vitjaðu ein bý, sum í fólkatali var á stødd við Havnina.

Tað fyrsta, lagt varð til merkis, var, hvussu skitin serliga børnini vóru. Runan lá í flakum uttan á teimum. Klæðini vóru brún og stív. Og tey luktaðu eins og kríatúrini.

Nú skal hetta á ongan hátt skiljast sum nakað sum helst niðursetandi, tí umstøðurnar vóru slíkar, at har bar stutt sagt ikki til at vera ørðvísi.

Einasta atgongd, tey høvdu til vatn, var ein lítil, skitin hylur, sum bæði fólk og fæ nýttu til drekkivatn. Og tað sigur seg sjálvt, at undir slíkum umstøðum er klædnavask ikki tað fyrsta, vatnið verður brúkt til.

Hylurin lá opin. Har var einki, sum vardi móti tí, ið rann við regninum niður í hann. Og tað var alt, sum bæði kríatúr og fólk løgdu eftir seg í umráðnum rundan um.

Úrslitið av hesi neyðarsligu støðu er, at fólk ganga kronisk sjúk. Magailska -diarré- er heilt vanlig deyðsorsøk í býnum. Sagt varð, at tvey av fimm børnum í býnum doyggja, áðrenn tey verða fimm ára gomul.

Neyðhjálp Fólkakirkjunnar fekk samband við hesi fólkini í samband við ein lýsingarfilm, sum tikin varð upp seinasta heyst. Lýsingin verður víst í donskum sjónvarpi, og hevur eisini verið at sæð í Sjónvarpi Føroya í samband við innslag í Degi og Viku frá hesi somu ferðini. Og hendan neyðarstøðan, hesi fólkini eru í, gjørdist ov nógv fyri filmsfólkini. Tey hava savnað pening sínámillum, soleiðis, at ein brunnur verður grivin beinanvegin, so frætt turt er vorðið eftir regntíðina, at gravast kann.

Býráðsformaðurin, chiefurin, sum tey nevndu hann, segði, at hann gleddi seg til, at brunnurin fer at koma.

»So sleppa vit kanska frá at ganga so ofta til jarðarferð,« helt hann.

Á meg hevði hendan vitjanin í Ishmael, sum býurin eitur, slíkt árin, at eg at kalla einki fekk burtur úr restini av degnum.

Meira verður sagt frá hesi vitjanini í aðrari grein.


Kreppa ella kreppa

Eftir ein slíkan túr sum hendan, fær orðið kreppa, sum í Føroyum er vorðið dagligt at tala um, aðra merking, enn ta, vit leggja í orðið.

Væl hava vit havt tað tyngri í Føroyum seinnu árini, enn tey flestu vóru von við fyri tíggju árum síðan og helst høvdu ætlað at sloppið undan.

Men okkara trupuleikar kunnu á ongan hátt metast móti teimum, sum fólk, ið hvørki hava vatn ella mat í munnin, hava at dragast við.

Tað er ógvuliga ringt at ásanna, at manglandi undirsjóartunnlar ella flogvallir skulu vera ímynd av kreppu, meðan fólk, sum saktans kundu liva væl av okkara avlopi, liggja og doyggja í armóð at kalla fyri durum okkara.

Væl veit eg, at ikki ber til bara at geva eins egna lív upp, av tí, at onnur hava tað verri, enn ein sjálvur. Men sin slík uppliving gevur so sanniliga nakað at hugsa um.

Eg skilji væl, hvat Móðir Theresa meinti við, tá hon bað geva sær peningin, sum Nobelveitslan fyri henni annars hevði kostað. Ein upphædd, sum fleiri túsund fólk í India kundu verðið mett av hvønn dag í eitt heilt ár.


Hjálpin ger mun

Í Malawi høvdu nógv fólk verið hjartans fegin um nakrar dropar av tí vatni, sum rennur burtur, hvørja ferð vit vaska bil í Føroyum.

Og tað ber væl til at hjálpa teimum til eina meira mansømuliga tilveru.

Á ferðini vitjaðu vit eisini bygdir, har brunnur var í gerð og bygd, har tey høvdu fingið ein brunn frá Neyðhjálp Fólkakirkjunnar.

Eins líkur brunnur fæst fyri 14.000 danskar krónur. Hesin brunnur hevði fullkomuliga broytt lívið hjá hesum fólkunum. Tey vóru rein og glað. Og tey vóru frísk. Síðan tey í bygdini Kachiza í august mánaði í fjør høvdu fingið brunn, hevði eingin tilburður av diarré verið í bygdini søgdu tey.

Og frísk fólk eru glað fólk. Og glað fólk hava betri hug at arbeiða, enn sjúk fólk hava. Og hesi fólkini høvdu eisini lagt eitt stórt arbeiði í veltingina. Tey væntaðu sær metheyst, søgdu tey. Og sjónligt var, at maisvelturnar vóru rættiliga væl betri fyri, enn vit annars sóu nógvastaðni.

Um tað bara var av reina vatninum í brunninum, er ilt at siga. Men tann sannroynd, at tey høvdu vatn at bera á velturnar, gjørdi sanniliga sítt til, at livilíkindini batnaðu munandi.

Vissuliga má sannast, at:


Av øllum tí góða,

Várharra gav,

ei nøkur gáva var betri,

enn, vatnið, sum rennur

úr fjalli í hav

bæði á sumri og vetri.


Sum sagt eru nógvir føroyingar, sum stuðla tí arbeiði, hjálparfelagsskapirnir gera. Onkur er, sum av og á hevur ivast í, um peningurin kemur á rætta stað.

Eftir at hava ferðast í hesum umráðnum, um enn tað bert var stutta tíð, kenni eg meg fullvísan í, at í hvussu er Neyðhjálp Fólkakirkjunnar fær peningin upp á pláss.

Og eingin sum helst ivi er um, at har hann kemur, er hann til heilt fantastiska hjálp.