Havnar Svimjifelag skipar fjórða ár á rað fyri kappsvimjing á sjónum á ólavsøku.
Men hóast tað eitur kappsvimjing, er kappingin kortini ikki høvuðsendamálið við tiltakinum.
Svomið verður fram við Molanum beint eftir kappróðurin tann 28. juli, tá ið tíggjumannaførini eru komin á mál – væntandi um fimmtíðina.
Teinurin, tey svimja, er 420 metrar - av endanum á Molanum, inn í krókin við Havnarskrivstovuna.
Hendan siðvenjan at svimja kapp á sjónum á ólavsøku varð tikin uppaftur í 2010.
Fyrstu ferð, kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku, var annars í 1912.
Fram til 1934, tá ið fyrsti hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á ólavsøku.
Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949, og fram til 1961, tá ið nýggi uttandurahylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan hyl.
Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku, áðrenn siðvenjan í 2010 varð tikin uppaftur, var á Vestaru Vág í 1954.
Hóast gamla heitið “kappsvimjing á ólavsøku” er endurnýtt, verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll, ið duga og dáma at svimja, antin tað so er at kappast ella ei.
Høvuðsendamálið er at luttaka er at koma á mál og at fáa eitt gott upplivilsi á sjónum.