Hugnaðu sær við flakatiltaki á Vatninum

Umframt Color Run, ið var í Vági fyrrapartin í dag, so hevði seinnaparturin eisini eitt hugnaligt tiltak á skrá.

 

Kl 16:30 í dag var árliga Flakatiltakið veturi á Vatninum í Vági.

 

Fyri nøkrum árum síðani varð skipað fyri hesum tiltakinum fyri fyrstu ferð, og hetta gjørdist afturvendandi tiltak.

 

Tað er Skótaliðið Royndin, sum stendur á odda, tá tiltakið er, og umframt hugna á Vatninum, so ber til at hugna sær við at grilla ella við at keypa sær suppu. 

 

Hóast summarið enn ikki rættiliga hevur vunnið á kalda veðrinum, so var ein góð løta seinnapartin í dag, har fólk hugnaðu sær.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##