Hugnaløta og vinabýarstevna í Leirvík

Í samband við fyrireikingarnar til vinarbýarstevnu, sum verður í Leirvík, 24.-26. juni, skipar Norrøna Felagið í bygdini fyri hugnaløtu í skúlanum í Leirvík týskvøldið

Hugnaløta og
vinarbýarstevna

Í summar fáa leirvíkingar vitjan av umleið 70 norðurlendingum, sum koma til Leirvíkar at halda stevnu.
Í døgunum, 24.-26. juni, verður nevniliga vinabýarstevna í Leirvík. Hetta er ein stevna, ið vinabýirnir, sum Leirvík hevur í Norðurlondum, skiftast um at hava ? og í ár er tað so Leirvík, sum skal skipa fyri stevnuni.

Hugnaløta
Tað er í hesum sambandi, at Norrøna Felagið í Leirvík skipar fyri hugnaløtu skúlanum týskvøldið, 10. mai, klokkan 20. Á skránni verður eitt nú felagssangur við harmoniku, drekkamunnur og lagkøka, og síðan verður tosað um norðurlendskt samstarv og um vinabýarstevnuna, sum verður í summar.
- Vit heita á bygdarfólkið um at møta fjølment, soleiðis at vit fáa fyrireikað okkum á bestan hátt til at taka ímóti teimum umleið 70 gestunum, sum koma higar at vitja okkum úr hinum norðurlondunum.
Norrøna Felagið í Leirvík sigur, at høvið verður eisini á hugnaløtuni at tekna seg til at hýsa onkrum av norðurlendsku gestunum.