Atlantic Music Event byrjaði hóskvøldið í Kaggakjallaranum, við eini fjølbroyttari og mest av øllum sera hugnaligari konsert.
Kaggakjallarin var á tremur við útlendskum gestum, talentskótum, plátufelagsstjórum, spælistøðum, tónleikatíðindafólki og festivalumboðum, tá Atlantic Music Event byrjaði við sýnisgluggakonsert hóskvøldið. Stanley Samuelsen, Guðrið Hansen, Deja Vu, Budam og donsku AVE byrjaði stóru tónleikahátíðina á ein friðarligan og hugnaligan hátt. Hýrurin var góður á fólki, og tiltakið var sum heild merkt av, at fólk hittust og hugnaðu sær, meðan tónleikurin á onkran hátt gjørdist ljóðspor til hugnaligu løtuna.
Onkur hevði hug at fýlast á, at fólk tosaði heldur hart undir onkrari framførslu. Hetta var serliga galdandi, tá Stanley var á palli. Men hetta var partur av upplivingini. Kaggakjallarin hóskvøld leggur ikki upp til annað. Bólkar og einstaklingar eiga tað á sínar herðum at fanga áskoðaran og brenna í gjøgnum. Hetta megnaðu tey við ymiskari eydnu, men sum heild gekk hetta rættuliga væl. Tey, ið vóru komin fyri at lurta, lurtaðu, tey, ið vóru komin fyri at hugnað sær og práta, smá-prátaðu og hugnaðu sær.