2. – 5. juli verður skipað fyri hugnaligari familjulegu á Selatrað. Legan verður skipað sum ein skótalega við skótavirksemi, har øll familjan, ung sum gomul, royna alskyns virksemi í fýra dagar. Hetta er eitt upplagt høvi hjá familjuni at hugna sær saman.
Nógv ymiskt virksemi
Á leguni kunnu tit smíðja lutir úr jarni á glóðheitu essini, síga niður fram við fossinum á Blásenda, læra at nýta knív og kynda bál, gera mat á báli, byggja torn úr raftum ella royna onkran annan av teimum mongu aktivitetunum. Fyri tey minstu børnini eru m.a. rannsóknarferðir oman á sandin, inn í viðarlundina og niðan í ánna.
Høvið verður eisini til at fara ein túr við ferðaleiðara til tingstaðin, gálgasteinin og basaltsúlurnar.
Sjálvsagt verða eisini legubálum við felagssangi, forðarenningar og mangt annað, sum hoyrir eini rættari skótalegu til.
Formlig yvrtøka av legubálsøkinum
Leygardagin 4. juli verður formlig yvirtøka av legubálsøkinum, sum júst er nýgjørt og uttan iva er flottasta legubálsøki í Norðanlondum við tí vakrasta útsýni út yvir Sundalagið ein kann hugsa sær. Eingin ivi er um, at legubálsøkið fer at vera karmur um mangt forvitnisligt tiltak komandi árini.
Í sambandi við yvirtøkuna verða røður hildnar, tónleikur spældur og rættiligur hátíðardámur verður á leguni.
Fleiri gistingarmøguleikar
Øll eru vælkomin at koma og fara sum teimum lystir, men lagt verður upp til at fólk yvirnátta á Selatrað. Møguleiki er fyri at búgva í tjaldi, kampingvogni ella báti.
Skjótt og lætt
Fyri at lætta um flutningin verður gamla rutan millum Hósvík og Selatrað opnað aftur meðan legan er. Fasilitetirnir á Selatrað-deplinum standa opnir fyri fólk at brúka, so sum wc, brúsir, grillir o.a. Møguleiki er fyri at keypa mat á deplinum, bæði sum liðnan morgunmat, døgverða ella nátturða og eisini til matgerð á báli og til at leggja á grillirnar.
Sjálvsagt rúsfrí
Av tí at legan er skipað sum ein skótalegu er hon rúsfrí.
Útlendskir gestir eru sjálvsagt eisini vælkomnir á leguna.
Kom og hugna tær
Les meira um tiltakið og um prísirnar inni á heimasíðu okkara: www.skoti.fo ella ring og hoyr nærri á skrivstovu okkara tlf. 311075 og 254707