Hugnalig jólakonsert á Skála

Sunnudagin 2. desembur klokkan 17.00, verður hugnalig jólakonsert í ítróttarhøllini á Skála. Á skránni verður solosangur við vælkendu Magna Christiansen og Lisu Fredriksberg, men tey fara eisini at syngja onkran sang saman. Men tað verður eisini kórsangur við Vox og barnakórinum á Skála. Vit fara eisini at hoyra nývalda bispin, Jógvan Fríðriksson hugleiða um ymisk viðurskifti.

Í steðginum fæst kaffi og kaka til keyps frá jólakonum á Skála og at enda fer barnakórið at ganga lusiugongd, og síðan verður onkur felagssangur. Atgongumerkini kosta 150 krónur og tey fáast í Statoil og hjá Eivind á Strondum, hjá Bakaranum og hjá P.E á Skála, hjá Statoil í Skálabotni í Kiosk Vár í Saltangará, hjá Shell við Streymin og hjá P.W. í Norðagøtu. Men leypa nøkur av, verða tey seld við dyrnar.