Í kvøld er sendingin Hvonn Live aftur á skránni, har sent verður beinleiðis av Hvonn í Havn.
Talan verður um eina hugnaliga jólasending við ymsum samrøðum og livandi tónleiki. |
Páll Oddur og Finnur úr bólkinum Páll Finnur Páll fara at fortelja um eina heilt serliga jólaaftan, tá ið teir báðir hildu eini alt annað enn vanlig jól saman.
Robert McBirnie, sum hevur undirhildið í nógv ár, fer at greiða okkum frá, hvat vit flenna eftir, tá vit eru á jólaborðhaldi, og eisini fer hann at fortelja um okkurt minniligt kvøld, tá hann hevur undirhildið.
Teir báðir, Tórbjørn Jacobsen og Johan í Kollafirði fara at hugleiða um millum annað jólastákan, jólahald, og teir siga frá, hvat teir sjálvir leggja í jólini.
Annars verður tónleikur við Jens Marna og Evi, Beiniri, Martini Joensen og Páll Oddur og Finnur.
Fólk eru vælkomin á Hvonn at lurta og at hugna sær, men annars verður alt eisini sent beinleiðis Rás2.
Sendingin byrjar klokkan 21 og kvøld og vertir eru Mirjam Pætursdóttir, høgrumegin á myndini, og Rannvá Gaard Fossaberg.