Í dag klokkan 16 verður konsert og hugnaløta í Bátasavninum í Leirvík, sum nú hevur fingið spildurnýtt flygul. Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis Bátasavnið í Leirvík er eitt rættiligt mentanarsavn við eitt nú gomlum træbátum og fleiri listarverkum.
Størsta verkið hevur kendi listamálarin, Sámal Toftanes, málið. Hetta er meira einn 10 fermetrar stórt og ímyndar Leirvíksbygd á teimum døgum, tá gomlu bátarnir vóru ein partur av grundarlagnum undir bygdini.
Í fleiri ár hevur verið tosað um, at Bátasavnið, sum javnan er karmur um ymisk mentanarlig tiltøk, skuldi havt egið klaver ella flygul.
Og nú er hetta vorðið veruleiki.
Í dag stendur spildurnýtt flygul so prýðiliga í snotuligu og hugaligu hølunum í Leirvík.
Monika Stauss Joensen, sum spælir violin og Birgitte Schnakenburg, sum spælir flygul, hava báðar drúgvar royndir innan tónleik.
Birgitte er pianistur og hevur starvast sum leiðari á ymiskum musikkskúlum í Danmark, men fyri trimum árum síðan kom hon at arbeiða hjá Tórshavnar Musikkskúla.
Monika og Birgitte hava spælt saman alt hetta árið, og teirra fyrsta almenna konsert verður so í Bátasavninum í Leirvík í dag klokkan 16, tá Birgitte fer at spæla á nýggja flyglinum.
Tær fara at spæla verk eftir Beethoven, Tschaikovsky, Mozart, Kreisler og Hubay.
Fyri at gera løtuna minnisliga og hugnaliga verður ymiskt forvitnisligt og skemtiligt á skránni.
Í steðginum verður kaffimunnur og okkurt gott afturvið. Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið í Bátasavnimum sum er ókeypis.