Hugnalig veviverkstova verður í Miðlatúni

Verkstovan verður leidd av Lenu Marczyńska, listakvinnu, sum er ein partur av Arctic Digital Nomad listauppihaldinum í Vági

 

- Vit bjóða til eina 3-tímar veviverkstovu í Kelim-veving, har tú fært høvi at royna veving við vevirammu og læra grundleggjandi teknikkir. Vit arbeiða eitt nú við geometriskum formum, vevimynstrum og kreativari ending sum frynsum.

 

Soleiðis siga tey á heimasíðuni hjá Vágs kommunu í dag.

 

Her verður lagt aftrat, at tá verkstovan er liðug, hevur tú:

• Eitt liðugt vevað myndateppi, klárt at heingja upp

• Vevirammu og amboð at taka heim við tær

• Nýggj hugskot og teknikkir til víðari veving

 

Verkstovan verður leidd av Lenu Marczyńska, listakvinnu, sum er ein partur av Arctic Digital Nomad listauppihaldinum í Vági

 

- Veviverkstovan, sum verður í Miðlatúni í Vági hin 12. mars frá klokkan 19 til 22, er ókeypis, og hon er fyri roynd sum óroynd.

 

Í Vági verður sagt, at pláss er fyri 10 luttakarum, og tilmelding fer fram á [email protected] ella tlf. 239390.