Hugnaligar heimasíður

Har DalleValle katalogini sleptu, hevur internetið tikið yvir. Nú veturin veruliga hevur tikið yvir, er tað herligt at kunna sita heima í hitanum og shoppa púra ómakaleyst, meðan Visa-kortið stendur sína roynd. Ella bara at surfa runt og fáa hugskot, finna fram upplýsingar ella lesa nakrar góðar greinar.



Lag til rættis: Rigmor Dam





Til tey heimligu

www.zalt.fo/

Keyp jólagávuna á netinum. Føroysk heimasíða við gávulutum av alskyns slag. Gávurnar verður pakkaðar inn, og antin koyrdar ella sendar til hús innan fáar dagar.




Til tey smørtu

europe.zoovillage.com

Skandinavisk heimasíða við mótaklæðum.

Óendaliga nógv cool merkir..



--


Til tey freku

www.sexhistorier.dk

Síða við erotiskum søgum – bæði vanligum og sera frekum. Nakrir av bólkunum krevja limaskap, meðan aðrir eru ókeypis. Hvør sín tørv:-)


--


Til tey perfektu

www.realsimple.com/

Undirheitið á heimasíðuni Real Simle er “Life made easier”. Síðan til ta perfektu amerikansku (ella føroysku) húsmóðrina. Lærir teg, hvussu lívið verður væl og virðiliga lagt til rættis, so alt verður púra perfekt.


--


Til tey barnavinarligu

www.smaahjerter.dk

Ein ørgrynna av klæðum í nógvum kendum merkjum.

--


Til tey gávumildu

www.aura4laura.dk

Túsundavís av lekrum gávum til hennara, hansara, børnini og til heimið.

--


Til tey tilvitaðu

www.forbrugerraadet.dk/

Góð ráð til gerandisdagin, upplýsingar um brúkaravernd, nógv leinki og áhugaverdar greinar.


--


Til tey handigu

www.fixahemmet.se/

Alt til eina ordiliga handy-woman.


--


Til tey kreativu

www.nordicbeads.com/

Norðurlendsk heimasíða, sum selur tilfar til at gera smúkkur við. Eisini eru vegleiðingar og hugskot til at gera síni egnu smúkkur.


--


Til tey bindisligu

www.garnstudio.com

Drops design við øllum teimum vælkendu bindiuppskriftunum. Nú ókeypis og klárar at printa út..


--


Til tey lekru

www.vanityfair.com

Ótrúliga lekkurt altjóða mótablað.



--


Til tey vøkru

www.veckorevyn.com/mode-shopping/ebbas-blogg/

Størsti vælveru-, vakurleika- og mótabloggurin í Svøríki



--



Til tey herligu

www.smartasaker.se/

Nýggjar praktiskar og herligar uppfinningar, sum kunnu lætta um gerandisdagin. Til dømis hendan ljóta ítróttarfløskan, sum til ber at fylla uppí aftur, hóast vaskið á vesinum er ov lítið til vanligar fløskur – smart, ha?


--


Til tey klikkaðu

www.bimbambanana.dk/

Har tú finnur gávuna, tú ikki kundi ímynda tær var til. Ein klikkaður og stuttligur internethandil.


--


Til tey logisku

www.mensa.org

Til teirra, sum fáa størri sjálvsálit av at kenna IQ’ið. Kanna tað her og reypa tær soJ. Tekna teg sum lim í Mensa, um IQ’ið er omanfyri 131.


--


Til tey klóku

www.nationalgeographic.com

Gott og áhugavert vísindaligt blað og heimasíða.



--


Til tey lesandi

www.flb.fo/ebi

Portalur við tilvísingum til allar tær bestu alfrøðirnar og orðabøkurnar