Hetta er ikki bara tíðin, tá lombini byrja at koma, men eisini tíðin, tá gásin kemur út við sínum ungum.
Eitt sindur ymiskt er, nær bøgurnar leggjast at bøla, og tí er eisini ymiskt, nær gæsnar koma út við sínum ungum.
Gás liggur fýra vikur á eggunum, áðrenn ungarnir koma út, og um dagarnar kom henda gásin á Sandi út við níggju ungum.
Ær og lomb á bønum og gásapar við ungum eru hugnaligar vármyndir, tó at kuldin enn hevur ringt við at sleppa okkum.
Á myndini er stolta gásaparið á Sandi við sínum níggju ungum.