Hugni í Trongisvági fyri alla familja

Leygardagin verður jólahugni í viðarlundini í Trongisvági

Seinnapartin leygardagin verður jólahugni í viðarlundini í Trongisvági.

Tað er eitt tiltak, tey hava skipað fyri upp undir jól í fleiri ár og í ár verður tað so leygardagin klokkan 17.

 

Viðarlundin í Trongisvági er ein fríðstaður hjá nógvum fólki og hesa tíðina er hon pyntað við jólaperum, so tað er væl gangandi, hóast tað er myrkt er.

Á hugnaløtuni verður kakao og bollar, jólamenn vitjað og skipað verður fyri sangi við harmoniku og gittarspæli afturvið.