Hugni, móti og mentan á Reinsarínum

Í gjárkvøldið skipaðu handlar í miðbýnum í Havn fyri mótasýning í Gamla Reinsarínum í Tórsgøtu. Yvirskipaða evnið var hugni, móti og mentan

Jólini nærkast í hvørjum, og tað ger árliga jólastrevið eisini. Tí valdu handlarnir í miðbýnum í Havn at skipa fyri einum kvøldi við hugna og íblástri, áðrenn jóastrevið av álvara tekur dik á seg.

Tað, ið tey sýndu fram, var nýggjasti mótin innan føroysk og útlendsk konu- og mannfólkaklæði, umframt mótan innan brillur, smúkkur og hársnið.

Talan var um eitt væl skipað konsept, har tónleikur, mentan, hugni og góður matur gingu saman í eina størri eind, sum alt í alt eydnaðist sera væl.

Reinsaríið var stúgvandi fult, og fólk stóðu uttanfyri og kagaðu inn gjøgnum gluggarnar, til tess at fáa mótasýningina við, og fyrireikararnir eru ovfarnir av ovurstóru undirtøkuni, ið var yvir alla væntanir.

Í lýsingini av tiltakinum lýstu fyrireikararnir við, at hetta skuldi verið júst tað rætta fyri vinkonubólkar ella pør, ið treingja til eitt kvøld við hugna og íblástri, áðrenn jólastrevið av álvara tekur dik á seg. Hetta livdu tey eisini væl og virðiliga upp til. Tónleikurin frá Una Debes, saman við ráu kørmunum í Reinsarínum løgdu ein serligan dám á mótasýningina, og smyrjibreyð frá Smyrjibreyðsbúðini gjørdi konseptið fullkomið.

Teir luttakandi handlarnir vóru Sirri, Touché, Niels L. Arge, Kallkyn, Optikkbúðin, Klivin, Siri, Beinta Vilhelmsen Skraddarí og Royal Hárfríðkan.

Umframt hesar, sýndi Wellness í steðginum fram tól, ið tekur burt foyrur og rukkur á andlitinum.