Hugo er ein vælkendur vinnulívsmaður. Umframt at hava verið handilsmaður og reiðari var hann ein av teimum, sum legði lunnar undir regluligu rutuflúgvingina til og úr Føroyum.
Hugo er sonur Marionnu Haraldsen og Joen Paula Haraldsen, vanliga nevnd Marianna í Stórustovu og Birtu-Palli. Hugo er tann yngsti av fýra systkjum. Hann og elsta systurin Irena, sum eisini býr í Sørvági, liva eftir, systurin Torborg og bróðurin Kissa eru farin.
Pápin Birtu-Palli fór heilt ungur til skips og var skipari stóran part av ævi síni. Hann førdi millum annað sluppina Oscar, sum hann keypti í 1922. Birtu-Palli andaðist í Keypmannahavn 50 ár gamal í 1939, tá var Hugo bert 13 ár. Marianna førdi virkið víðari eina tíð. Hon andaðist í 1976, 85 ára gomul.
Hugo giftist í 1949 við Margret Thomsen, dóttir Jógvan Elias Thomsen, reiðara úr Sandavági, og Helenu Thomsen. Margret og Hugo fingu børnini Majly og Jógvan. Majly er gift til Miðvágs og Jógvan er giftur og býr í Kastrup. Hann er flogskipari hjá Atlantic.
Lívstarvið hjá Hugo hevur verið fjølbroytt. Hann fekk sær handilsútbúgving í Danmark í árunum 1946-48. Tá hann kom heim aftur, bygdi hann sær stór hús úti á Ísakstrøð niðri á Sílatanga í Sørvági. Í miðhæddini innrættaði hann keypmanshandil við flestu vørum – eisini klædnavørum. Kjallarin var gjørdur so høgur, at hann kundi brúkast til fiskakjallara. Sjálvi hava Margret og Hugo øll árini búð í ovastu hædd av húsunum. Har búgva tey enn.
Keypmanshandilin, sum hann hevði frá frá 1950-1984, var bert ein partur av virkseminum hjá Hugo, tí hann fekst eisini við salt- og klippfiskaframleiðslu og hevði eisini eitt stórt pakk- og turkihús úti á kajuni í Sørvági vanliga nevnt ”Hugosa Pakkhús”. Saltfiskatrolararnir Tindhólmur og Jógvan Elias Thomsen plagdu at landa fiskin í Sørvági. Hugo var sjálvur reiðari á Tindhólmi.
Hugo hevur eisini verið uppi í nógvum øðrum vinnuligum virksemi í Sørvági sum t.d. í nevndini í P/F Vesturvón, P/F Flogsamband og øðrum nevndum við. Hann hevur eisini verið við til at stovna Vága Vinnufelag. Hugo var eisini ein av teimum sum stovnaðu Lions Club í Vágum.
Tað, sum Hugo er mest kendur fyri,er hansara lutur í føroysku flogferðsluni. Saman við Lars Larsen legði Hugo lunnar undir flogferðsluna í Føroyum fyrst í 60-unum. Teir samstarvaðust tey fyrstu árini við Flogfélag Islands og stovnaðu sjálvir ferðamannafyritøkuna Flogfelag Føroya í 1963. Hugo stóð fyri virkseminum hjá felagnum á flogvøllinum, meðan Lars tók sær av at selja ferðaseðlar o.ø. í Havn.
Tað hendi seg meira enn so, at tað var stórur tørvur á at fáa innivist til flúgvarafólk, sum ikki sluppu avstað vegna veður. Tað eydnaðist at fáa sørvingar at leggja hús til, so øll fingu innivist. Hesin tørvur hevur eisini gjørt tað, at Hugo og Lars bygdu Hotel Vágar beint við flogvøllin. Eisini bygdu teir ein hangar á flogvøllinum. Í dag er flogvøllurin og Hotel Vágar stór arbeiðsplass í Vágum, so her hevur verið hugsað langt. Ferðavinnan tykist eisini at fáa alt størri týdning í Føroyum. Hugo starvaðist á Flogfelag Føroya líka til hann fór frá fyri aldur.
Hugo hevur eisini verið virkin í kommunalpolitikki. Hann var limur í sóknarstýrinum í Sørvági í 12 ár frá umleið 1958-1970 og var eisini formaður mong ár. Tað er hesari tíðini, at sørvingar fingu nýggjan skúla og eisini skúlatannlækna, sum var sera sjáldsamt í Føroyum.
Hugo er ikki ein maður, sum ger nógv burturúr sær sjálvum, men honum hevur altíð dámað væl at práta við fólk, og hann kom at kenna nógv fólk, tá hann arbeiddi á flogvøllinum.
Dagurin verður hildin saman við børnum og barnabørnum.
-red