Annað hvørt ár verður næmingar tiknir inn á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Og í ár verður aftur tikið upp, júst sum fyri tveimum árum síðani.
? Henda útbúgvingin tekur tvey ár, og eftir tvey ár hevur tú fingið exam.art, sum er ein hjágrein á universitetstigi, sigur Turið Sigurðardóttir, lektari á Fróðskaparsetrinum.
Hjágreinin eitur norðurlendskt, serliga føroyskt og bókmentir, og verður størsti denturin lagdur á føroyskt og bókmentir, har føroyskt verður sett inn í eitt norðurlendskt høpi.
? Tað eru nógv, sum velja hesa útbúgvingina. Og eftir hesi tvey árini ber til at lesa víðari til cand.phil, sum síðani er ein høvuðsgrein. Aftaná hetta ber til at taka eina hjágrein og gerast cand.mag, greiðir Turið Sigurðardóttir frá.
Tvey tey fyrstu árini geva førleika til at undirvísa í føroyskum í miðnámsskúlum, og ber eisini til at fáa hesi bæði árini yvirførd til Danmarkar ella onnur lond, um ein skuldi havt hug til at lisið okkurt annað víðari aðrastaðni enn í Føroyum.
Summarskeið
Umframt at kunna bjóða út júst hesa útbúgvingina, ber eisini til at taka summarskeið í øðrum Norðanlondum.
? Vit eru í einum norðurlendskum samstarvi um summarskeið. Til ber hjá teimum lesandi at taka eitt summarskeið í norðanlondunum, og í Føroyum hava vit eisini skeið fyri norðurlenskum studentum, sigur Turið.
Men á setrinum verður bert tikið upp annað hvørt ár. Grundina til hetta sigur Turið vera arbeiðsorku og plásstrot. Tí varð hildið, at tað var meira passaligt bara at taka inn annað hvørt ár.
Eisini vil lektarin vera við, at stórur tørvur er á føroyskt lærarum í miðnámsskúlnum kring landið.
Fyri at gerast exam.art skal ein lesa í tvey ár. Hesi bæði tvey árini eru býtt sundur í eina rúgvu av greinum, og skal tann lesandi taka allar hesar greinar, tí tær eru ein bundur partur av náminum. Umleið helvtin er málslig, meðan hin helvtin er bókmentalig.
Undirvíst verður millum annað í norrønum, málsøgu, mállæru, ljóðfrøði, skaldskapi av mannamunni, samskifti og so framvegis. Greinirnar eru bæði størri og smærri, har tær smærru greinirnar verða brúktar sum eitt amboð í lestrinum.
Um tú hevur hug at søkja inn á Fróðskaparsetrið til útbúgvingina, ið eitur norðurlendskt ? serliga føroyskt og bókmentir, er at skunda sær. Freistin er nevniliga úti mánadagin, 1. juli. Einasta krav er, at tú hevur studentsprógv ella líknandi útbúgving.