Handil - Tá ið vit keyptu bygningarnar á Borðoyarvík, tryggjaðu vit okkum, at hesir kunnu brúkast til handilsvirksemi. Nú bíða vit eftir skitsum, sum kunnu siga okkum, hvørjir møguleikar eru.
Tað sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.
Bygningarnar, sum teir eiga á Borðoyarvík, eru gamla spinnaríið og bygningin beint niðanfyri, har Sosialurin hevur leigumál um eitt nú útvarpsstøð.
Niels Mortensen segði í Sosialinum herfyri, at teir í fyrsta lagi fara at tryggja, at norðoyingar fáa ein nýggjan Bónus-handil, tí verandi handil er ótíðarhóskandi.
- Vit hava biðið arkitekt og ráðgeva, sum vit vanliga brúka í slíkum føri, um at tekna okkum skitsur yvir, hvussu handilsøkið kann koma at síggja út.
Hann væntar, at skitsurnar verða lidnar síðst í hesum mánaðinum, og fyrr enn hesar fyriliggja, vil hann einki siga um, hvussu samlaða konseptið á Borðoyarvík annars kemur at síggja út.
- Fyrst mugu vit síggja, um okkara hugskot lata seg fremja í verki, men í øllum førum er greitt, at vit í hvussu er fáa ein nýggjan og nútímans Bónus-handil á Borðoyarvík.
Spurdur, um aðrir handlar eru væntandi í eini møguligari handilsmiðstøð, sigur stjórin í SMS, at teir í fyrsta lagi fara at hugsa um seg sjálvar, sum hann tekur til.
- Í løtuni kann eg bara siga, at vit fara at hava ein matvøruhandil á Borðoyarvík, sum er nútíðarhóskandi. Tað er hetta, vit í fyrsta lagi arbeiða við, og okkara ynskidreymur er, at handilin stendur liðugur seinni í hesum árinum. Um hetta fer at eydnast, er ilt at siga, men vit leggja nógva orku í, at nýggi Bónus-handilin kemur skjótast gjørligt, sigur Niels Mortensen.