Hugsaði um Ion

Veteranurin á HB liðnum, Jan Dam fegnaðist sjálvsagt um gulið, men mitt í øllum rokanum sendi hann eisini nakrar til Rumenia, har Ion Geolgau í løtuni er staddur

Meistari

HB hevur vanliga sett sín dám á oddin í føroysku landskappingini, og við 16. meistaraheitinum, sum nú er veruleiki, eru teir nú bert eitt gullmerki frá klaksvíkingum, sum enn eru ovastir, tá FM-heitini skulu leggjast saman.
Tí er tað kanska eitt sindur løgið, at mest vinnandi leikarin á liðnum »bert« hevur fýra meistaraheitið, men tað var í øllum førum talið, sum Jan Dam kom til, tá vit eftir dystin bóðu hann leggja gullmerkini saman. Og sambært roynda miðverjanum, so verður hetta helst eisini tað seinasta í røðini.
- Tað rokni eg við, at tað er. Í øllum førum um støðan verður sum nú, men tað kann kanska verða, at eg broyti meining seinni.

Trýstið darvaði
Júst væntandi royndirnar tóktust eisini at darva spælinum í dystinum móti EB/Streymi. Trýstið um at ogna sær meistaraheitið lá tungt á leikarunum, og Jan ásannaði eisini, at tað var ein sera tungur dystur fyri teirra viðkomandi.
- Sjálvandi vóru leikararnir ógvuliga spentir. Vit høvdu møguleikan at vinna gullið, og kanska var hetta ov nógv fyri summar leikarar. Í øllum førum høvdu vit sera ilt við at fáa gongd á spælið, men hinvegin roknaði eg alla tíðina við, at tað skuldi koma. Tað var í øllum førum ein sera lættur dagur hjá okkum í verjuni, og við einum somikið stórum trýsti, so vilja málini aloftast koma fyrr ella seinni, sigur hann, og avspeglar í so máta drúgvu royndirnar.

Hugsaði um Ion
Hóast alt endaði lukkuligt við meistaraheitinum, so skerst ikki burtur, at talan hevur verið um eitt sera umskiftiligt ár fyri HB. Ein kreppa miðskeiðis í árinum sendi teir av oddasessinum og hótti við at senda teir enn longur niður. Hetta fekk millum annað Jóhannis Joensen til at senda eina áheitan til viðspælararnar um, at tingini ikki koma av sær sjálvum, uttan at hart arbeiði liggur aftanfyri, og fimm sigrar seinni ásannaði Jan eisini, at nógv var broytt í so máta.
- Síðani tá er liðið fullkomuliga broytt. Hans segði so beinrakið eftir sigurin í Gøtu, at nú vóru fimm finalur eftir, og júst soleiðis hava vit tikið tað síðani. Ein dyst í senn, har leikararnir hava givið alt fyri at vinna.
Mitt í gleðisrúsinum var tað tó ein persónur, sum HB-veteranurin hugsaði mest um, og tað var fyrrverandi venjarin, Ion Geolgau, sum í seinasta viku fór av landinum í vetrarfrí.
- Eg má leggja afturat, at eg hugsi nógv um Ion akkurát nú. Hann eigur kanska størsta partin av æruni fyri, at tað gekk so væl. Hann hevur júi verið venjari seinastu fimm árini, og hóast hann noyddist frá í ár, so er hetta úrslit av hansara arbeiði, og tað er spell, at hann ikki fær verið her nú, segði Jan Dam at enda. 34 ára gamli veteranurin, sum kanska vann sítt seinasta gullermki í fyrstu deild.