Fish Fair
Á North Atlantic Fish Fair í Runavík fært tú ein forsmakk uppá nakrar av nýggjastu maskinunum hjá BAADER-fyritøkuni. Hesar eru BAADER 988, sum er ein trimmimaskina til laks og hvítan fisk, BAADER 541, flekimaskina til saltfiskaframleiðslu, BAADER AF501 AccuFeed, BAADER 580, flakamaskina til síl og BAADER 444, ið er ein maskina til slátur-og avhøvding.
BAADER 988 hevur eitt nýskapandi konsept við visiónum fyri framtíðina.
Laksamaskinan er bygd upp til sjálvirkandi trimning ella snøgging av laksafløkum. Eitt teldustýrt kamera visualiserar hvørt einstakt flak, sum síðan verður skorið eftir umbidnari vekt.
Maskinan økir um framleiðsluna við neyvari snøgging og krevur færri fólk við automatisering.
BAADER 988, sum er bygd til hvítan fisk, sker burtur bein, snøggar og sker fiskin í portiónir ? alt í einari maskinu. Eitt teldustýrt kamera visualiserar hvørt einstakt flak, sum síðan verða skorin eftir umbidnari vekt.
Maskinuni tørvar færri fólk, men gevur økta framleiðslu, tí skeringin er so neyv.
BAADER 988 sker portiónirnar í vekt eftir ynski.
BAADER 444
Á North Atlantic Fish Fair fer BAADER at vísa fram eitt nýtt "ættarlið" av eini slátur-og avhøvdaramaskinu til hvítan fisk. Hendan maskinan kann bæði brúkast umborð á skipum og á virkjum uppi á landi. BAADER 444 er bygd ergonomiskt, har lætt er at leggja fiskin. Úrtøkan úr fiskinum er stór, tí skurðirnir til blóðging, kryvjing og avhøvding eru neyvir. Hálsbeinið situr eftir. Við tað, at fiskur, høvd og innvølur verða tikin úr maskinuni hvørt fyri seg, er einki samband millum innvøl og fisk og tískil eingin vandi fyri dálking og smittu. Rognini kunnu savnast og brúkast.
BAADER 444 framleiðir røttu rávøruna til BAADER 541 til framleiðslu av besta saltfiskinum.
BAADER 541
BAADER 541 er ein flekimaskina til saltfisk. Hendan tekur ímóti vaskaðum og avhøvdaðum hvítum fiski, hevur stóra framleiðsluorku og optimala úrtøku. Haraftrat er BAADER 541 løtt at justera, larmar lítið og krevur minimalt viðlíkahald.
Á stevnuni í Runavík hevur BAADER eisini AccuFeed AF501, ið er ein ultimativ loysn til uppbýting, skiljing og vigan av fiskavørum, nú eisini av flatfiski.
AccuFeed sparir virkið fyri lønarútreiðslur á fleiri økjum sum krevja skiljing, framleiðslu av portiónum og vigan. Lyklaorðið er fleksibilitetur.
AccuFeed-skipanin verður seld bæði høgra-ella vinstravend við ymiskum vakuum-loysnum.
Á básinum á North Atlantic Fish Fair fer kenda BAADER-fyritøkan eisini at vísa fram BAADER 601 separator.