Hugsar um tey sum mistu

- Eg haldi nýggjársaftan í heimbygdini við Skálafjørðin. Fari sum vanligt at vitja oman í Bátafelagið á Bakka til kaffi og eitt gott prát, tá høvi býðst hendan dagin.

Tað sigur Kári P. Højgaard, landsstýrismaður.

- Eg fari eisini at gera ein stuttan túr til Havnar, tí í ár skulu floksformenninir møta í Kringvarpinum nýggjársaftans kvøld til eitt stutt og positivt orðaskifti eftir løgmansrøðuna.

Um nýggjársaftan annars sigur hann, at vanliga plagar ein rættiliga stór mannfjøld at savnast í grannahúsinum niðan fyri vegin til eina góða máltíð við sangi og hugna.

- Í ár verður saknurin stórur, nú vinurin og guitarleikarin Jónsvein Knudsen ikki longur er okkara millum.

Kári sigur, at á midnátt fer hann at vitja oman á havnalagið við Kongshavn, har skipað verður fyri kyndlagongu, fýrverki, midnáttarrøðu og øðrum.

- Nú eru nøkur ár síðan, at eg keypti fýrverk, og abbabørnini eru nakað ung enn, sigur hann.

Um nýggjárslyfti sigur Kári P. Højgaard, at hann sum landsstýrismaður vil gera sítt til, at Føroyar verða eitt gott land at búgva í.

- Annars hevur standardlyftið nýggjársaftan verið, at komandi árið skal mín vekt minka umleið 10 kilo. Tann vektin er bæði farin og komin aftur, meir enn einaferð, leggur hann aftrat.

Landsstýrismaðurin hevur sum sítt nýggjársynski, at Harrans signing framhaldandi má hvíla yvir landi og fólki.

- Serliga hugsi eg um tey mongu, sum í dag uppliva sorg og sakn, tí tey í árinum hava mist onkran av sínum kæru, sigur Kári P. Højgaard.