Men hatta við at deponera karakterirnar gongur so bara út yvir næmingarnar, og rørir ikki Fíggjarmálastýrið.
Nú skal eg ikki blanda meg uppí, hvørji amboð lærararnir brúka, men bert vísa á, at hatta er einki originalt hugskot, teir hava fingið. Júst tað sama royna danskir studentaskúlalærarar í hesum døgum.
Men teir fáa ikki undirtøkum fyri slíkum tiltøkum. Sjálvt fakfelag teirra hevur alment boðað frá, at tað er ólógligt og heitir álvarsliga á lærararnar um at lata karakterirnar frá sær beinanvegin.
Føroysku studentaskúlalærararnir eiga tí at hugsa seg eitt sindur um, áðrenn teir gera meira burtur úr hasum málinum. Tað er ikki vist, at tiltakið fer at tæna nøkrum. Uttan kanska bara Fíggjarmálastýrinum.
Edvard í Skorðini Joensen
Århus