Hugskot til at endurreisa Vágs Kommunu úr dvalanum

Petur S. Johannessen
??????????????????

Nú vilja ávísar kreftir leggja Suðuroy saman til eina kommunu, uttan at koma greitt fram við, hvørjir fyrimunir eru við eini samanlegging.
Tí fari eg at spyrja, hvørjir fyrimun Vágs kommuna fær, av at leggja saman við restini av oynni, kanska teir, sum hava verið frammi í fjølmiðlunum, kunnu svara meiri konkret upp á hetta.
Eg eri púra samdur við Vágs býráð um ikki at leggja allar komunurnar í oynni saman til eina kommunu, men eg gangi eitt stig longur og sigið, at vit í Vági ikki skulu leggja saman við nakrari komunu, vit eru líka nógv fólk í Vági sum samlaða fólkatalið í Sandoy er, og vit kunnu samstarva við hinar kommunurnar, og skal eg greiða í stuttum frá, hvat eg meini við niðanfyri.
Eg meini, at Vágsbygd skuldi havt sín egna lækna, prest og osv. tí vit síggja skilið í dag, eingin prestur støðist, tí prestagjaldið er ov stórt, og eingin lækni støðast, tí arbeiðsbyran er alt ov stór, men um vit bert eru vágbingar, sum hava ein lækna, minkar fólkatalið, sum læknin skal røkja munandi, vaktarskipanin sum læknarnir nýta í dag kundi hildið á fram sum nú er, og samstarvast kann/ skal við hinar komunurnar har fyrimunirnir eru.
Vit í Vági skuldi tikið okkara vinarbý, Nakskov sum fyrimynd, (teir høvdu 48% í arbeiðsloysi ,5 ár eftir er arbeiðsloysið millum 5-8%), og reist Vágsbygd aftur eftir teirra leisti, nevniliga við at seta ein høgt mettan serfrøðing, sum hevur serkunleika og drúgvar royndir innan vinnulívið, og veit veruliga hvat vinnulívið leitar eftir (tørvir) og hevur eitt stórt kontaktnet og royndir at vísa á, hesin serfrøðingur fær ein púra greiðan yvirornaðan málsetning, »skapa fjølbroytt vinnulív í Vági«, so Vágsbygd kann koma upp á føtur aftur.
Hesin serfrøðingur fær sera víðar heimildir til at virka undir frá býráðnum, millum annað at seta/seta úr starvi fólk í umsitingini, og seta um neyðugt útlendingar í starv, um hesin útlendingurin hevur serligar førleikar, sum vit mangla í økinum, og roynir uttan stórvegis uppíblanding at fáa tillaga umstøðurnar rætt í Vági.
Hareftir verður Vágs kommuna bjóðað fram sum eitt øki, sum er lýst út í æsir, hvørjir fyrimunirnir eru og hvørjir vansarnir eru (sterkar og veikar síðir) fyri møguliga áhugaðar fyritøkur at koma til Vágs at virka, og við hesum útgangspunktinum setur býráðið seg í samband (lýsast kann eisini) við fyritøkur »world wide«, sum leita ella eru áhugaðar í akkurát hesum, sum vit hava at bjóða fram (segmentering). Eg eri sera vísur í, at vit fáa fleiri ymiskar fjølbroyttar fyritøkur her, sum skapa tað fjølbroyta vinnulívið, sum Vágs bygd hevur brúk fyri, vit skulu syrgja fyri, at Vág er sera áhugavert øki at koma til, og sum tekur serlig stig til at fáa vinnulív til Vágs og útnytta teir fáu fyrimunirnir vit hava, hetta er í hvussu er eydnast hjá Nakskov kommunu, eg meti, at hetta er fremsta uppgávan hjá Vágs býrað fyri at tryggja bygdina framyvir, eg sigi ikki, at Nakskovmodellið skal kopierast, men kann brúkast sum ein leistur til at endurreisa Vágsbygd.
Vit mugu sjálvi taka stig til at endurreisa bygdina, og ikki bíða eftir at Føroya Fiskavirking, og tað almenna annars hjálpir okkum, tí tað hava vit bíðað eftir í 20 ár ella meira, og eingin býar/løgtings limur, hevur enn verið førur fyri at fáa vinnulív til bygdina, sum veruliga munar, so nú haldi eg, at allar kreftir í bygdini skulu taka eitt felags stig og nýta Nakskov sum fyrimynd, so eri eg vísur í, at vit kunnu venda gongdini, men tað merkir einferð enn, at bygdafólki er við til at stuðla hesum, og ikki sum nú ganga í fleiri bólkum, vit mugu standa saman.
Tað er sera harmuligt at síggja, hvussu tað unga fólki streymar av bygdini, og ongantíð hevur møguleika at venda aftur, tí einki arbeiði relaterar til teirra útbúgving, og tað er sera harmuligt hjá foreldrum at vita, at børn og ommu/abba børn eru í besta fall í Føroyum (sjálvandi Tórshavn), men helst búgva hesi í útlondum, nú reisur spurningurin seg, um tað er nakar áhugi hjá barnafamiljum at verða í Vági sum heild, tí tey koma ikki at verða saman við sínum børnum, ommu/abba børnum eftir at teirra egnu børn eru farin av bygdini at víðari útbúgva seg sum 17 - 19 ára gomul, hetta hugsa nógvar ungar familjur um, tey kunnu ikki seta búgv í einum slíkum øki har teirra børn onga framtíð hava at búleikast, ella hvat?
Hetta meti eg er ein sera álvarsligur spurningur, foreldrini verða ikki partur av daglidegnum hjá sínum børnum og heldur ikki hjá ommu/abba børnunum, sum sjálvsagt ynskjuligt er, men møtast kanska einaferð um árið í einar 7-10 dagar.
Vilja ung foreldur seta búgv í Vági undir hesum fortreytum, samt tað at komunuskatturin er hægstur í landinum, eg ivist í tí?
Miðalaldurin í Suðuroynni nærkast 40 ár, so alarmklokkurnar eru byrjaðar at ringja.
Tí er tað í tøkum tíma at vit gera nakað munagott í Vági.
Eg dugi ikki í skrivandi løtu at finna nakrir fyrimunir, sum veruliga gera mun og harvið borga fyri einari kommunusamanlegging, hinvegin sum sagt, haldi eg at Vágsbygd/ kommunan skal konsentrer seg um Vág, og gera tað áhugavert at búleikast her, og ikki sum nú, har fyrimunirnir ikki eru til at fáa eyga á.
Kommunuskatturin má tillagast so, at ein vágbingur ikki fær minni útgoldna løn enn ein sumbingur ella ein hvalbingur fyri sama arbeiði við somu lønarupphædd, hetta er veruleikin í dag, tí komunuskatturin er ymiskur, og tí mugu vit í Vági finna tað rætta stevið og koma upp undan vatnskorpuni og finna útav hvat vit vilja.
Hvat vit vilja er upp til hvønn einstakan, men vónandi kunnu vit koma uup á hædd við farnar tíðir, tá menn tóku megnartak bygdini at frama, tá ið t. d. fyrsta elektrisitetverk í Føroyum kom, trábanin á eiðinum og keiðin, ja hetta vóru megnar stig at taka tá, og vónandi kunnu vit ein dag røkka somu hæddum.