Barnasangurin, sum hoyrdist langan veg í Tilhaldinum týsmorgunin, var hugtakandi. Knút Olsen, lærari við Kommunuskúlan undirvísir børnunum í sangi. Og ikki kann annað sigast enn, at tey hava fingið væl burturúr. Tí ikki er so langt útliðið á skúlaárið enn, og longu dugdu børnini fleiri sangir uttanat.
Hóast tey eldru tóku væl undir við sanginum, so hoyrdust barnarøddirnar væl uppum. Púra ósmæðin stóðu ella sótu tey rundan um klaverið hjá Knúti og sungu. Og tað hugtók øll, sum inni vóru.
? Tað er altíð stuttligt at fáa vitjan, men hetta er nakað heilt serligt, helt onkur fyri, meðan børnini sungu.
Tað var eisini meira larmur inn í hugnaligu hølunum í Tilhaldinum hesa løtuna, meðan børnini vóru har. Men tað lat ikki til at órógva nakran. Tey eldru vóru ivaleyst fegin um at hava fingð børn á vitjan.Og at tey so sungu fyri teimum afturat ? tað hevur ikki gjørt tað verri.
Gamalt er eisini gott
Børnini hava saman við Knúti vant nakrar sangir í eina tíð. Knút greiddi frá, at hann var farin aftur til tað gamla, har børnini læra sangir uttanat.
? Tað verður ofta sagt, at fólk syngja so lítið í dag. Tað hongur uttan iva saman við, at onki verður lært uttan at longur, segði hann.
Hann legði afturat, at hann sostatt hevði gjørt av at fara at læra børnini sangir uttanat.
? Fyri tað um tað er ein gamal háttur at læra, so merkir tað ikki, at tað er nakað ringt, segði hann, og mong nikkaðu samtykkjandi við honum.
Børnini vóru sera spent, og tað sást á teimum, at tey høvdu glett seg sera nógv. Saman við Knúti og klaverinum sungu tey fyri, meðan øll tóku undir. Ein øðrvísi, men serstøk og stuttlig samanseting av fólki í sama rúmi, meðan tey sungu sangir og sálmar, sum eru vorðin fólkaogn. Umframt at tey eisini sungu á enskum fyri skotsku gestunum.